Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 48

48
Jákup signar Efraim og Manasse.
1Nakað eftir hesar tilburðir varð Jósefi sagt frá, at faðir hansara var sjúkur. Tá tók hann við sær báðar synir sínar, Manasse og Efraim. 2Tá ið Jákup fekk at vita, at Jósef, sonur hansara, var komin til hansara, ressaðist hann og settist upp undir seg á legu síni. 3Og Jákup segði við Jósef: «Guð hin alvaldi birtist fyri mær í Luz, í Kánáanlandi, og vælsignaði meg 4og segði við meg: Sí, eg skal lata teg nørast og fjølgast, so at mangar tjóðir koma av tær; og eg skal geva avkomi tínum eftir teg hetta landið um ævir. 5Og nú skulu báðir synir tínir, ið føddust tær í Egyptalandi, áður enn eg kom til tín til Egyptalands, verða mínir, Efraim og Manasse skulu verða mínir eins og Ruben og Símeon. 6Men tað avkom, sum tú hevur gitið aftan á teir, skal vera títt; teir skulu ganga undir navni brøðra sína í arvamálum sínum. 7Tá ið eg kom heim úr Paddan, misti eg Rakul í Kánáanlandi á leiðini, tá ið vit høvdu stutt eftir til Efrat; og eg jarðaði hana har við vegin til Efrat, tað er Betlehem.» 8Tá ið Ísrael sá synir Jósefs, mælti hann: «Hvørjir eru hesir?» 9Jósef svaraði faðir sínum: «Hetta eru synir mínir, sum Guð hevur givið mær her.» Tá mælti hann: «Leið teir til mín, at eg má vælsigna teir.» 10Men eygu Ísraels vóru so viknað av elli, at hann ikki sá. Tá leiddi Jósef teir til hansara, og hann kysti og fevndi teir. 11Ísrael segði við Jósef: «Eg hevði mist alla vón um at síggja teg aftur, og sí, nú hevur Guð eisini latið meg síggja avkom títt!» 12Síðan tók Jósef teir av aftur knøum hans og lútaði til jarðar fram á ásjón sína. 13Og Jósef tók teir báðar, Efraim í høgru hond, so at hann stóð vinstrumegin Ísrael, og Manasse í vinstru hond, so at hann stóð Ísrael til høgru handar, og hann leiddi teir til hansara. 14Men Ísrael rætti út høgru hond sína og legði hana á høvur Efraims, tó at hann var yngri, og vinstru hond sína legði hann á høvur Manasse og krosskastaði soleiðis hendur sínar, tí at Manasse var hin frumgitni. 15Síðan vælsignaði hann Jósef og mælti: «Tann Guð, fyri hvørs ásjón fedrar mínir Ábraham og Ísakur gingu, tann Guð, ið hevur varðveitt meg av fyrsta sinni og alt fram at hesum degi, 16tann eingil, ið bjargaði mær úr øllum illum, hann vælsigni sveinarnar, so at teir halda í lívi navni mínum og navni fedra mína: Ábrahams og Ísaks, við tað at teir verða fjølmangir á jørðini!» 17Men tá ið Jósef sá, at faðir hansara legði høgru hond sína á høvur Efraims, líkaði tað honum illa; og hann treiv um hond faðirs síns og førdi hana av høvdi Efraims yvir á høvur Manasse 18og mælti við faðir sín: «Ikki so faðir mín, tí at hesin er hin frumgitni; legg høgru hond tína á høvur hans!» 19Men faðir hansara bar seg undan og segði: «Eg veit tað, sonur mín, eg veit tað, eisini hann verður at tjóð, eisini hann verður mikil; men yngri bróðir hansara verður størri enn hann, og av honum skulu koma mangar tjóðir!» 20Og hann vælsignaði teir á tí degi og mælti: «Við tykkum skal Ísrael vælsigna og siga: Guð geri teg eins og Efraim og Manasse!» Soleiðis setti hann Efraim fremri enn Manasse. 21Og Ísrael segði við Jósef: «Sí, eg fari nú at doyggja; men Guð skal vera við tykkum og flyta tykkum aftur í land fedra tykkara. 22Men tær gevi eg fram um brøður tínar tann fjallaryggin, sum eg tók av Ámoritum við svørði og boga mínum.»

Currently Selected:

Genesis 48: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti