Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 41

41
Dreymar Fáraos
1Tá ið tvey ár vóru umliðin, bar so á, at Fárao droymdi dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nílánna. 2Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr, prúðar og væl í holdum; tær løgdust at bíta sevgrasið. 3Og sí, aftan á tær komu aðrar sjey kýr upp úr Nílánni, ljótar og illa í holdum. Tær stóðu á áarbakkanum saman við hinum fyrru kúnum. 4Men kýrnar, ið vóru ljótar og illa í holdum, gloyptu hinum kúnum, ið vóru prúðar og væl í holdum. Tá vaknaði Fárao. 5Men hann sovnaði aftur og droymdi á øðrum sinni, og sí, sjey valaøks vuksu upp á einum hálmstrái; 6og sí, aftan á tey spruttu fram sjey deyðaøks sviðin av eystanvindinum. 7Deyðaøksini gloyptu valaøksunum. Síðan vaknaði Fárao, og sí, tað var dreymur. 8Um morgunin var Fárao dapur í huga; og hann sendi boð eftir øllum spásagnarmonnum Egyptalands og vísmonnum tess og segði teimum dreymar sínar; men eingin kundi ráða Fárao dreymar hans. 9Tá mælti høvuðsskeinkjarin við Fárao og segði: «Eg má í dag minna á synd mína. 10Hina ferðina, tá ið Fárao reiddist inn á tænarar sínar og setti teir í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, meg og høvuðsbakaran, 11tá droymdi okkum báðar á somu nátt hvønn sín dreym; og hvør dreymurin hevði sína serligu merking. 12Men har var saman við okkum ungur Hebrei, tænari lívvarðarhøvdingans. Vit søgdu honum frá hesum, og hann ráddi okkum dreymarnar, eins og hvønn okkara hevði droymt. 13Og so varð, sum hann hevði rátt okkum dreymarnar: Eg varð settur aftur í embæti mítt, og hin varð hongdur.» 14Tá sendi Fárao boð eftir Jósefi; og hann var í skundi fingin út úr myrkustovu; og tá ið hann hevði rakað sær og skift klæði, gekk hann inn fyri Fárao. 15Og Fárao segði við Jósef: «Meg hevur droymt dreym, og her er eingin, ið kann ráða hann; men nú havi eg hoyrt, at tú ræður hvønn dreym, sum tú hoyrir.» 16Tá svaraði Jósef Fárao og segði: «Ikki er tað í mínum valdi – men Guð skal geva Fárao gævuligt svar.» 17Og Fárao segði við Jósef: «Meg droymdi, at eg stóð við Níláarbakkan. 18Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr væl í holdum og prúðar og løgdust at bíta sevgrasið. 19Og sí, aftan á tær komu sjey aðrar kýr, ússaligar og rakfalnar og so illa í holdum, at eg ikki havi sæð tílíkt í øllum Egyptalandi. 20Og tær ússaligu og rakfalnu kýrnar gloyptu hinum fyrru sjey feitu. 21Og tá ið tær høvdu etið tær, kundi tað ikki síggjast á teimum, at tær høvdu etið tær; tær vóru eins rakfalnar, og tær áður høvdu verið. Tá vaknaði eg. 22Men eg sovnaði aftur og sá í dreymum sjey valaøks vaksa upp á einum hálmstrái. 23Aftaná sá eg spretta sjey deyðaøks sviðin av eystanvindi. 24Og deyðaøksini gloyptu hinum sjey valaøksunum. Eg havi sagt hetta fyri spásagnarmonnunum; men eingin kundi greina mær tað.» 25Tá segði Jósef við Fárao: «Dreymar Fáraos merkja báðir tað sama; tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann boðað Fárao frá. 26Tær sjey góðu kýrnar merkja sjey ár, og tey sjey valaøksini merkja somuleiðis sjey ár; tað er ein og sami dreymur. 27Tær sjey ússaligu og rakfalnu kýrnar, ið komu upp aftan á hinar, merkja sjey ár, og tey sjey deyðaøksini sviðin av eystanvindi munnu vera sjey hallár. 28Hetta var tað, sum eg sipaði til, tá ið eg segði við Fárao: Tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann latið Fárao skoða. 29Sí, sjey ár skulu koma, og skulu tá verða ovurnøgdir um alt Egyptaland. 30Men aftan á tey skulu koma sjey hallár, so at nøgdirnar í Egyptalandi verða gloymdar; og hungur skal oyða landið, 31so at eingin minnist ta nøgdina, sum í landinum var vegna tann hungur, ið koma skal; tí at svárt skal tað verða. 32Men tað, at teg droymdi hetta tvær ferðir, merkir, at Guð hevur fast avgjørt hetta, og at Guð skjótt vil lata tað berast á. 33Nú skuldi Fárao funnið sær skilagóðan mann og vitran og sett hann yvir Egyptaland. 34Hetta skal Fárao gera og skipa umsjónarmenn yvir landið til tess at taka fimtingin av úrtøku Egyptalands tey sjey ovurnøgdarárini. 35Teir skulu savna saman alla grøði frá teim góðu árunum, ið koma skulu, og fáa Fárao nøgdir av korni og føðslu til handar og goyma tað í bygdunum undir lási og loku, 36til tess at landið má hava grøðina til vistir tey sjey hallárini, sum koma skulu yvir Egyptaland, so at ikki hungur skal oyða landið.»
Eydna Jósefs
37Hetta ráð líkaði Fárao og øllum tænarum hansara væl. 38Og Fárao segði við tænarar sínar: «Man nakar maður finnast, ið eins og hesin hevur anda Guðs í sær?» 39Fárao segði nú við Jósef: «Við tað at Guð hevur birt alt hetta fyri tær, er eingin so hyggin og vitur sum tú. 40Tí skalt tú hava umsjón yvir húsi mínum; og boðum tínum skal alt fólk mítt lýða; einans hásætið vil eg hava fram um teg.» 41Framvegis segði Fárao við Jósef: «Sí, eg seti teg at ráða yvir øllum Egyptalandi.» 42Fárao tók innsiglisringin av hond síni og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av mentarlíni og hongdi gullfestið um háls hansara; 43og hann læt hann aka í øðrum vagni sínum, og menn gingu undan honum og rópaðu: «Abrek». Soleiðis setti hann hann at ráða yvir øllum Egyptalandi. 44Fárao segði við Jósef: «Eg eri Fárao, og uttan tín vilja skal eingin røra hond ella fót í øllum Egyptalandi!» 45Fárao nevndi Jósef Zafenat-Panea og gifti honum Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. Og Jósef ferðaðist um Egyptaland.
Jósef gevur góð ráð
46Jósef var tríati ára gamal, tá hann kom fram fyri Fárao, Egyptalands kong. Og Jósef fór út frá Fárao og ferðaðist um alt Egyptaland. 47Og grøði landsins var ovurmikil tey sjey nøgdarárini. 48Tá savnaði Jósef alla grøðina frá teim sjey árunum, tá ið ovurnøgd var í Egyptalandi og goymdi hana í bygdunum; í hvørjari bygd savnaðu teir grøðina av teimum akrum, ið kring hana lógu. 49Soleiðis rúgvaði Jósef saman ovurmikið korn eins og sandurin við sævarflóð, til teir góvust at máta tað, av tí at tað ikki kundi mátast.
Synir Jósefs
50Áður enn hallárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. 51Og Jósef nevndi hin frumgitna Manasse; «tí at Guð,» segði hann, «hevur latið meg gloyma treytir mínar og alt hús faðirs míns.» 52Og hin nevndi hann Efraim; «tí at Guð,» segði hann, «hevur latið meg fjølgast í landi eymdar mínar.»
Hallárini byrja
53Tá ið tey sjey nøgdarárini í Egyptalandi vóru at enda, 54byrjaðu hallárini, eins og Jósef hevði boðað. Var tá hallár í øllum londum; men í Egyptalandi var breyð. 55Men tá ið hungurin gekk á alt Egyptaland, rópaði fólkið á Fárao um breyð. Men hann segði við tey: «Farið til Jósefs, tað, sum hann sigur tykkum, skulu tit gera!» 56Hungursneyð var nú um alla jørðina; men tá læt Jósef upp kornbingini og seldi Egyptum korn. Og hungursneyðin var svár í Egyptalandi. 57Úr øllum londum komu tá menn til Jósefs í Egyptalandi at keypa korn, tí at hungursneyðin var um alla jørðina.

Currently Selected:

Genesis 41: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti