Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 39

39
Jósef í egyptiskari tænastu
1Men Jósef varð førdur til Egyptalands; og Egyptin Potifar, hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu flutt hann hagar. 2Men Harrin var við Jósefi og læt alt eydnast væl fyri honum; og hann var í húsi harra síns Egyptans. 3Og húsbóndi hansara sá, at Harrin var við honum og læt alt, sum hann fekst við, hepnast honum. 4Tá fann Jósef náði í eygum hansara og tænti honum; og hann setti hann yvir húsi sínum og leit honum alt, sum hann átti, upp í hendur. 5Og frá teirri stund, sum hann hevði litið Jósefi til at hava umsjón yvir húsi sínum og øllum, sum hann átti, vælsignaði Harrin hús Egyptans fyri sakir Jósefs; og signing Harrans var yvir øllum, ið hann átti, bæði innanhýsis og uttanhýsis. 6Og hann leit Jósefi allar ognir sínar upp í hendur og hugdi ikki eftir honum í nøkrum uttan tí mati, sum hann skuldi eta. Men Jósef var bæði væl vaksin og fríður í ásjón.
Reina atferð Jósefs
7Seinnameiri bar so á, at kona húsbónda hans rendi eygum at Jósefi og segði við hann: «Kom og legg teg hjá mær!» 8Men hann bar seg undan og segði við konu húsbónda síns: «Sí, húsbóndi mín hyggur ikki eftir mær í nøkrum í húsinum, og alt, sum hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur; 9hann hevur ikki meiri vald her í húsinum enn eg, og ikki hevur hann synjað mær nakað uttan eina teg, av tí at tú ert kona hansara; hvussu kann eg tá gera hesa miklu misgerð og synda móti Guði?» 10Men tó at hon dag um dag bar hetta upp á mál við hann, vildi hann tó ikki eftirlíka henni til at leggja seg hjá henni ella hava samlag við hana. 11Men ein dagin, sum hann var farin inn í húsið at røkja starv sítt, og eingin av húsfólkinum var heima, 12tá treiv hon í skikkju hansara og segði: «Kom og legg teg hjá mær!» Men hann læt skikkjuna verða eftir í hond hennara og flýddi út á geilar. 13Tá ið hon nú sá, at hann hevði latið skikkju sína verða eftir í hondum hennara og var flýddur út á geilar, 14rópaði hon húsfólk sítt og segði við tey: «Hyggið her! Hann hevur fingið okkum henda Hebrean til tess at leiða skemd yvir okkum! Hann kom inn til mín og vildi leggjast hjá mær; men eg rópaði alt tað, eg var ment; 15og tá ið hann hoyrdi, at eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg hjá mær og flýddi út á geilar!»
Jósef verður settur í fangahús
16Hon læt nú skikkju hansara verða liggjandi hjá sær, til húsbóndi hansara kom heim aftur. 17Hon segði honum tá frá øllum hesum og mælti: «Hasin hebráiski trælurin, sum tú hevur fingið okkum, kom inn til mín til tess at leiða skemd yvir meg; 18men tá ið eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg her hjá mær og flýddi út á geilar!» 19Tá ið húsbóndi hansara hoyrdi konu sína siga sær frá øllum hesum og mæla fyri munni: «Soleiðis hevur trælur tín farið at móti mær!» tá tendraðist vreiði hansara. 20Og húsbóndi Jósefs tók hann og rindaði hann í myrkustovu, har sum kongsins fangar sótu. Soleiðis kom hann at sita í myrkustovu. 21Men Harrin var við Jósefi, so at hann fekk góða fólkaeydnu og vann sær tokka hjá fangavørðinum í myrkustovuni; 22tí setti fangavørðurin Jósef til at hava umsjón yvir øllum fangunum og læt hann skipa fyri øllum, ið teir skuldu gera. 23Fangavørðurin hugdi ikki eftir nøkrum av tí, sum Jósef hevði fingið litið til; tí at Harrin var við honum; og alt, sum hann fekst við, læt Harrin hepnast honum.

Currently Selected:

Genesis 39: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti