Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 37

37
Dreymur Jósefs
1Jákup varð nú búgvandi í útlegdarlandi faðirs síns, í Kánáanlandi. 2Og hetta er ættarsøga Jákups: Tá ið Jósef var seytjan ára gamal, goymdi hann at smalum saman við brøðrum sínum; og sum smádrongur var hann saman við sonum Billu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara; Jósef bar faðir sínum boð um tað ringa orð, sum teir høvdu á sær. 3Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellisonur hans; og hann læt gera honum síðan ermakyrtil. 4Men tá ið brøður hansara sóu, at faðir teirra unti hann fram um allar synir sínar, løgdu teir hatur á hann og vildu ikki tala blídliga við hann. 5Og Jósef droymdi dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum; tá hataðu teir hann uppaftur meira. 6Og hann segði við teir: «Hoyrið nú henda dreym, sum meg hevur droymt! 7Sí, vit fingust við at binda bundi úti á akrinum, og sí, tá reis bundi mítt og stóð beint upp; men bundi tykkara stóðu kringum og lútaðu mínum bundi.» 8Tá søgdu brøður hansara við hann: «Ætlar tú tær at vera kongur yvir okkum og valda okkum?» Og teir hataðu hann uppaftur meira vegna dreymar hans og orð. 9Og hann droymdi aftur dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum og segði: «Meg hevur aftur droymt ein dreym, og sí, sólin og mánin og ellivu stjørnur lútaðu mær!» 10Men tá ið hann segði hetta fyri faðir sínum og brøðrum sínum, hevði faðir hansara at honum og segði við hann: «Hvat eru hetta fyri dreymar, teg hevur droymt? Munnu veruliga eg og móðir tín og brøður tínir koma at lúta tær til jarðar?» 11Og brøður hansara øvundaðu hann; men faðir hansara munaði hetta.
Jósef seldur
12Einaferð tá ið brøður hansara vóru burtur í haga um Sikemleiðina, 13mælti Ísrael við Jósef: «Munnu ikki brøður tínir vera burtur í haga um Sikemleiðina? Kom, eg ætli at senda teg til teirra!» Og hann svaraði: «Her eri eg.» 14Tá segði hann við hann: «Far og vita, hvussu brøðrum tínum og fenaðinum vignast, og ber mær boð aftur.» Síðan sendi hann hann frá Hebrons dali, og hann kom til Sikem. 15Men meðan hann nú reikaði um á víðavangi, kom maður fram á hann; og hann spurdi hann: «Hvørjum leitar tú eftir?» 16Hann svaraði: «Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fæflokkum sínum.» 17Maðurin svaraði: «Teir eru farnir hiðan; tí at eg hoyrdi teir siga: Latum okkum fara til Dótans.» Síðan fór Jósef aftan á brøður sínar og hitti teir í Dótan. 18Men teir sóu hann langt burturi; og áðrenn hann var komin til teirra, ráddust teir um at taka hann av lívi 19og søgdu hvør við annan: «Hygg, har kemur hasin droymarin! 20Latum okkum nú drepa hann og blaka hann í ein av brunnunum; vit kunnu tá siga, at eitthvørt villdjór hevur etið hann; so fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hans.» 21Men tá ið Ruben hoyrdi hetta, vildi hann bjarga honum úr hondum teirra og segði: «Latum okkum ikki taka hann av lívi!» 22Og Ruben segði við teir: «Úthellið ikki blóð; kastið hann heldur í henda brunnin her í oyðimørkini og leggið ikki hond á hann!» Men hetta segði hann til tess at bjarga honum úr hondum teirra og fáa hann heim aftur til faðirs síns. 23Tá ið nú Jósef kom til brøður sínar, tóku teir og nektaðu hann úr kyrtlinum, úr ermakyrtlinum, sum hann var í, 24og kastaðu hann í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum. 25Síðan settu teir seg niður at fáa sær mat, og tá ið teir hugdu upp, sóu teir ísmaeliskar ferðakeypmenn, sum komu úr Gilead. Kamelar teirra bóru roykilsi, kryddurtir og myrru, sum teir vóru á ferð við til Egyptalands. 26Tá mælti Júda við brøður sínar: «Hvat gagn hava vit av at drepa bróður okkara og loyna morðið? 27Latum okkum heldur selja hann til Ísmaelitarnar og ikki leggja hond á hann; tí at hann er bróðir okkara, okkara hold og blóð!» Hetta lótu nú brøður hansara sær lynda. 28Og tá ið nakrir midianitiskir keypmenn komu framvið, drógu teir Jósef upp úr brunninum, og teir seldu Jósef til Ísmaelitarnar fyri tjúgu siklar í silvuri. Teir fluttu Jósef til Egyptalands. 29Men tá ið Ruben kom aftur at brunninum, sí, tá var eingin Jósef har; tá skræddi hann klæði síni sundur. 30Og hann kom aftur til brøður sínar og segði við teir: «Drongurin er horvin, og eg veit ongar staðir at fara!» 31Tá tóku teir kyrtil Jósefs, drópu geitarhavur og rýddu kyrtilin í blóðinum. 32Síðan sendu teir ermakyrtilin heim til faðirs síns og søgdu: «Hetta hava vit funnið; hygg eftir, um hetta ikki man vera kyrtil sonar tíns!» 33Og tá ið hann hevði kannað hann gjølla, mælti hann: «Hetta er kyrtil sonar míns; eitthvørt villdjór hevur etið hann; vissuliga er Jósef sundurskræddur!» 34Tá skræddi Jákup klæði síni sundur og bant sekk um lendar sínar og syrgdi son sín mangar dagar. 35Og tó at allir synir hans og allar døtur hans komu at ugga hann, vildi hann ikki lata seg ugga, men segði: «Við sorg fari eg niður í helheim til son mín!» Og faðir hansara syrgdi hann. 36Men Midianitar seldu hann til Egyptalands, til Potifars, sum var hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao.

Currently Selected:

Genesis 37: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti