Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 33

33
Jákup og Esav hittast
1Tá ið nú Jákup hevjaði upp eygu síni og leit seg um, sá hann Esav koma við fýra hundrað monnum; tá skifti hann børnini sundur millum Leu og Rakul og báðar trælkonurnar 2og læt trælkonurnar við børnum sínum vera fremstar, síðan Leu við børnum sínum og Rakul við Jósefi aftast. 3Men sjálvur fór hann undan teimum og lútaði sjey ferðir til jarðar, alt til hann kom til bróður síns. 4Men tá kom Esav rennandi ímóti honum; og hann hálsfevndi og kysti hann, og teir grótu. 5Og tá ið hann hugdi upp og sá konurnar og børnini, spurdi hann: «Hvørji eru hasi, sum eru við tær?» Hann svaraði: «Hatta eru tey børn, ið Guð náðiliga hevur givið tænara tínum.» 6Fram gingu tá trælkonurnar við børnum sínum og lútaðu til jarðar. 7Aftan á tær gekk Lea fram og børn hennara og lútaðu til jarðar; síðan komu Jósef og Rakul og lútaðu til jarðar. 8Tá spurdi hann: «Hvat ætlaði tú við øllum hesum flokki, sum eg kom fram á?» Hann svaraði: «Finna náði í eygum harra míns.» 9Tá mælti Esav: «Eg eigi nóg mikið, bróðir mín; hav tú sjálvur tað, sum tú eigur!» 10Men Jákup svaraði: «Nei, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá tak við hesi gávu av míni hond; tí tá ið eg sá andlit títt, var tað, eins og eg sá ásjón Guðs; og tú hevur jú fagnað mær væl! 11Tak nú við hesari signing, ið tær verður borin; tí at Guð hevur verið mær náðigur; og eg havi almikið av øllum!» Soleiðis strongdi hann á hann, so at hann tók við gávuni. 12Tá mælti Esav: «Latum okkum nú fara til gongu; eg skal fylgja tær!» 13Men Jákup svaraði: «Tú sært jú, harri mín, at børnini eru ússalig, og at eg havi ær við lombum og kýr við kálvum at ansa eftir; koyri eg bert ein dag ov hart á, ferst allur fenaðurin. 14Far tú, harri mín, undan træli tínum; so komi eg aftaná, so hóvliga sum fenaðurin orkar at ganga, og børnini orka at fylgja við, til eg komi til harra mín í Se'ir!» 15Tá mælti Esav: «So vil eg, í hvussu er, lata nakrar av monnum mínum vera eftir hjá tær!» Men hann svaraði: «Hví tá? Eg havi jú funnið náði í eygum harra míns!» 16Síðan fór Esav sama dag leið sína aftur til Se'ir.
Jákup í Sikem
17Og Jákup helt fram og kom til Sukkot; har bygdi hann sær hús; og fenaðinum gjørdi hann leyvskálar; tí eitur staðurin Sukkot. 18Og Jákup kom á ferð síni úr Paddan-Áram í øllum góðum til Sikemborgar í Kánáanlandi; og hann setti tjaldbúðir sínar eystan fyri borgina. 19Og ta jørðina, sum hann hevði sett tjaldbúðir sínar á, keypti hann frá sonum Hámors, faðirs Sikems, fyri hundrað kesitar. 20Og hann reisti har altar og nevndi tað: «Guð, Ísraels Guð.»

Currently Selected:

Genesis 33: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti