Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 29

29
Jákup kemur til Káran
1Síðan helt Jákup áfram ferð síni og kom til land eysturbúgva. 2Tá sá hann á markini brunn; og sí, har lógu trý fylgi á bóli um hann, tí at úr tí brunni vóru teir vanir at brynna fylgjunum; men yvir brunninum lá stórur steinur. 3Tá ið fylgini vórðu savnað saman hagar, veltu teir steinin frá brunnmunnanum og bryntu fenaðinum; síðan veltu teir aftur steinin fyri brunnmunnan á stað sín. 4Jákup spurdi teir tá: «Hvaðan eru tit, brøður?» Teir svaraðu: «Vit eru úr Káran.» 5Hann spurdi teir aftur: «Kenna tit Lában Nákorsson?» Teir svaraðu: «Ja, hann kenna vit væl.» 6Hann spurdi tá: «Vignast honum væl?» Teir svaraðu: «Ja, honum vignast væl; og sí, har kemur Rakul, dóttir hansara, við seyðafylginum.» 7Tá mælti hann: «Tað er jú alljósur dagur enn og ov tíðliga til at reka fenaðin saman; brynnið smalunum og farið aftur á bit við teimum!» 8Teir svaraðu: «Tað fáa vit ikki gjørt, fyrr enn allir hirðarnir eru samankomnir; tá velta teir steinin frá brunnmunnanum, og tá brynna vit fenaðinum.»
Jákup hittir Rakul
9Meðan hann enn var á máli við teir, kom Rakul við smalunum, ið faðir hennara átti, og sum hon goymdi at. 10Men so skjótt sum Jákup sá Rakul, dóttur Lábans, móðurbróður síns, og smalur hansara, fór hann og velti steinin frá brunnmunnanum og brynti smalum Lábans, móðurbróður síns. 11Og Jákup kysti Rakul og skar í grát. 12Síðan segði Jákup frá, at hann var skyldmaður faðirs hennara, og at hann var sonur Rebekku. Tá rann hon heim at siga hetta fyri faðir sínum. 13Men so skjótt sum Lában hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum; og hann fevndi hann og myntist við hann og leiddi hann heim í hús sítt. Síðan segði Jákup Lábani frá øllum, sum tilborist hevði. 14Tá segði Lában við hann: «Ja, tú ert hold mítt og bein!» Men tá ið hann hevði verið heilan mánað hjá honum,
Jákup fær Leu og Rakul til konur
15segði Lában við Jákup: «Eigur tú at tæna hjá mær fyri einki, vegna tess at tú ert frændi mín? Nei, sig mær, hvat tú vilt hava í løn!» 16Nú átti Lában tvær døtur; hin eldra æt Lea og hin yngra Rakul. 17Lea hevði ring eygu; men Rakul var bæði væl vaksin og fríð í ásjón. 18Jákup elskaði Rakul; og hann segði: «Eg vil tæna tær í sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína.» 19Lában svaraði: «Heldur gevi eg tær hana enn fremmandum manni; verð tú bert verandi hjá mær.» 20Jákup tænti nú fyri Rakul í sjey ár; men tey vóru honum bert eins og nakrir dagar; tí at hann elskaði hana. 21Síðan segði Jákup við Lában: «Gev mær nú konu mína, tí at tænastudagar mínir eru nú lidnir, so at eg má fara inn til hennara!» 22Tá bjóðaði Lában øllum monnum har á staðnum í veitslu, sum hann læt halda. 23Um kvøldið tók hann Leu dóttur sína og leiddi hana til hansara; og hann fór inn til hennara. 24Og Lában gav Leu, dóttur síni, Zilpu, trælkonu sína, sum ternu. 25Men morgunin eftir, tá ið hann sá, at tað var Lea, segði hann við Lában: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær? Havi eg ikki tænt tær fyri Rakul? Hví hevur tú tá teipað meg!» 26Men Lában svaraði: «Ikki er tað siður í okkara landi at gifta ta yngru dóttrina fyrr enn hina eldru. 27Bíða nú, til brúðarvikan hjá hesari er at enda, so vil eg geva tær eisini hina, um tú tænir hjá mær onnur sjey ár afturat.» 28Jákup so gjørdi. Tá ið hann hevði hildið brúðarvikuna at enda, gifti hann honum Rakul, dóttur sína. 29Og Lában gav Rakuli, dóttur síni, trælkonu sína Billu sum ternu. 30Síðan fór Jákup eisini inn til Rakular; og hann unti Rakul fram um Leu; hann tænti nú hjá Lábani sjey ár afturat.
Fýra synir føðast Jákupi
31Tá ið Harrin sá, at Lea var forfjónað, læt hann upp móðurlív hennara; men Rakul var óburin. 32Lea varð nú við barn og føddi son; og hon nevndi hann Ruben; tí at hon segði: «Harrin hevur sæð neyð mína; nú man maður mín fara at unna meg.» 33Síðan varð hon aftur við barn og føddi son; tá segði hon: «Av tí at Harrin hevur hoyrt, hvussu fjónað eg eri, hevur hann givið mær eisini henda.» Tí nevndi hon hann Símeon. 34Aftur varð hon við barn og føddi son; tá segði hon: «Nú man maður mín fara at halda seg aftur at mær, tí at nú havi eg føtt honum tríggjar synir.» Tess vegna nevndi hon hann Levi. 35Og hon varð uppaftur við barn og føddi son; tá segði hon: «Aftur skal eg lova Harranum.» Av tí nevndi hon hann Júda. Síðan helt hon uppat at eiga børn.

Currently Selected:

Genesis 29: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti