Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 15

15
Harrin ger sáttmála við Ábram
1Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: «Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!» 2Men Ábram svaraði: «Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?» 3Og Ábram segði: «Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.» 4Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!» 5Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: «Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!» Og hann segði: «So fjølmangt skal avkom títt verða.» 6Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis.
7Og hann segði við hann: «Eg eri Harrin, ið leiddi teg út úr Ur Kaldeu til tess at geva tær hetta landið til ognar.» 8Men hann svaraði: «Harri drottin, av hvørjum skal eg vita, at tað skal ognast mær?» 9Tá segði hann við hann: «Tak mær trævetur kvígu, trævetur geit og trævetur veðr, turtildúgvu og dúgvuunga!» 10Hann tók tá øll hesi djórini og skar tey sundur í tógvar lutir og legði hvønn helmingin áraka annan; einans fuglarnar skar hann ikki sundur. 11Tá rendu úr lofti rovfuglar niður á ræini; men Ábram kístaði teir burtur. 12Men tá ið sól var at fara til viða, tá kom tungur svøvnur á Ábram; og sí, ræðandi bølamyrkur seig á hann. 13Og hann segði við Ábram: «Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár. 14Men eisini ta tjóð, ið teir verða trælkaðir av, skal eg døma; og síðan munnu teir fara haðan við miklum fíggjarlutum. 15Men tú skalt fara í friði til fedra tína og verða jarðaður í góðari elli. 16Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.» 17Men tá ið sól var farin til viða, og myrkt var vorðið, birtist eins og rúkandi ovnur við logandi eldi, ið fór fram ímillum hesi sundurskornu offurstykki. 18Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: «Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat: 19land Kenita, Kenizzita, Kadmonita, 20Hetita, Perezita, Refaita, 21Ámorita, Kánáanita, Girgasjita, Hivita og Jebusita.»

Currently Selected:

Genesis 15: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti