1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:2
BÍBLIA
FB
og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna.
Palyginti
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:2
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:1
So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:1
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:12
Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:12
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:21
Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum!
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:21
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:10
Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:10
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:9
Kærleikin veri falsleysur; havið andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:9
7
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:18
Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:18
8
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:19
Hevnið tykkum ikki sjálvar, elskaðu tit, men latið vreiðina sleppa framat; tí at skrivað stendur: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin.»
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:19
9
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:11
Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum!
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:11
10
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:3
Tí at við teirri náði, sum mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa, men heldur hugsa við skynsemi, alt eftir sum Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:3
11
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:17
Gjaldið ongum ilt fyri ilt; leggið tykkum eina við tað, sum gott er fyri alra manna ásjón.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:17
12
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:16
Verið samhugaðir hvør við annan; tráið ikki eftir tí høga, men haldið tykkum at tí lága; verið ikki klókir í tykkum sjálvum!
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:16
13
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:20
Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka, tí at við tað at tú gert hetta, savnar tú eldgløður á høvur hans.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:20
14
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:14-15
Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! Gleðist við glaðum, grátið við grátandi!
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:14-15
15
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:13
Sýnið samhug við hini heilagu í tí, sum teimum er tørvur á; leggið tykkum eina við gestablídni.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:13
16
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:4-5
Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum.
Naršyti Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:4-5