Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 5

5
Trongdirnar stimbra vónina, sum byggir á Guðs kærleika, opinberaður við Jesu deyða fyri syndarar
1Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi, 2sum vit við trúnni eisini hava fingið atgongd við til hesa náðina, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um Guðs dýrd. 3Ja, ikki bert tað, men vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð, 4og tolmóðin roynslu, men roynslan vón; 5men vónin ger ikki til skammar, tí at kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin. 6Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys. 7Tí at valla man nakar ganga í deyðan fyri ein rættvísan; – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði viljað doyð; – 8men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. 9So mikið heldur skulu vit tá, nú vit eru rættvísgjørd við blóði hansara, verða frelst við honum frá vreiðini. 10Tí at so satt vit, tá ið vit vóru fíggindar, vórðu sátt við Guð við deyða sonar hansara, so skulu vit so mikið heldur, tá ið vit eru sátt, verða frelst við lívi hansara. 11Ja, ikki bert tað, men vit rósa okkum eisini av Guði við harra okkara, Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við.
Synd og deyði komin við Ádami, rættvísi og lív við Jesusi
12Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll. – 13Tí at fyri lógina var synd í heiminum; men synd verður ikki tilroknað, har sum lóg ikki er; 14kortini ráddi deyðin frá Ádami til Móses eisini yvir teimum, sum ikki høvdu syndað í líking við brot Ádams, hann sum er fyrimynd hansara, sum skuldi koma. 15Men ikki er tað við náðigávuni á sama hátt sum við misgerðini. Tí at um tey nógvu doyðu fyri misgerð hins eina mans, so hevur mikið meira náði Guðs og gáva verið ovurhonds ríklig fyri tey nógvu í náði hins eina mans, Jesu Krists. 16Og ikki er tað soleiðis vorðið við gávuni, sum tað varð, tá ið tann eini maðurin syndaði; tí at dómurin varð til fordømingar fyri eins skuld, men náðigávan varð til frælsisdóms fyri manga misgerða skuld. 17Tí at um deyðin fyri misgerð hins eina mans ráddi við hinum eina, tá skulu mikið meira tey, sum fáa hina ovurríku náði og rættvísi-gávu ráða í lívi við hinum eina, Jesusi Kristi. 18Eins og tað tí fyri eins mans misgerð kom til fordømingar fyri øll menniskju, soleiðis er tað eisini fyri eins mans rættlætis verk komið til rættvísgeringar til lívs fyri øll menniskju. 19Tí at líkasum tey nógvu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, soleiðis skulu eisini tey nógvu verða rættvís við lýdni hins eina.
Lógin hevur nørt um syndina, til tess náðin kundi roynast ríkari
20Men lógin kom aftrat, fyri at misgerðin kundi taka til; men har sum syndin tók til, har varð náðin enn meira ovurhonds ríklig, 21til tess at, eins og syndin ráddi við deyðanum, soleiðis skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, harra okkara.

Korostus

Kopioi

Vertaa

Jaa

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään

Video Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 5