Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4
4
Ábraham rættvísgjørdur av trúgv
1Hvat skulu vit tá siga, at Ábraham, ættarfaðir okkara, hevur vunnið eftir holdinum? 2Tí at varð Ábraham rættvísgjørdur av gerningum, tá hevur hann nakað at rósa sær av; men ikki fyri Guði. 3Tí at hvat sigur skriftin? «Men Ábraham trúði Guði og tað varð roknað honum til rættvísi.» 4Men tí, sum ger gerningar, verður lønin roknað ikki eftir náði, men eftir skyldugleika; 5tí harímót, sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudiligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi. 6Eins og eisini Dávid prísar tann mann sælan, sum Guð tilroknar rættvísi uttan gerningar: 7«Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. 8Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.»
9Viðvíkur nú henda sæluboðan hinum umskornu ella hinum óumskornu eisini? Tí at vit siga jú: «Trúgvin varð roknað Ábrahami til rættvísi.» 10Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Tá ið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki tá ið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin. 11Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli á teirri trúarrættvísi, sum hann hevði, meðan hann var óumskorin, til tess at hann skuldi vera faðir at øllum teimum, sum trúgva óumskorin, fyri at rættvísi kann verða tilroknað teimum, 12og faðir at umskornum, teimum, sum ikki bert eru umskorin, men sum eisini stíga í fótasporini av teirri trúgv, sum Ábraham, faðir okkara, hevði, tá ið hann var óumskorin.
Ábraham faðir at øllum trúgvandi
13Tí at ikki við lóg varð Ábrahami ella avkomi hansara givin tann fyrijáttanin, at hann skuldi vera arvingi til heimin, men við trúarrættvísi. 14Tí at eru tey, sum halda seg til lógina, arvingar, tá er trúgvin ónýtt og fyrijáttanin gjørd til einkis. 15Tí at lógin fremur vreiði; men har sum ikki er lóg, har er heldur ikki lógbrot. 16Tí er tað av trúgv, fyri at tað skuldi vera sum ein náði, so at fyrijáttanin kundi standa óvikandi fyri øllum avkominum, ikki bert fyri tí, sum hevur lógina, men eisini fyri tí, sum hevur trúgv Ábrahams, hann sum er faðir at okkum øllum, – 17sum skrivað stendur: «Eg havi sett teg at vera faðir at mongum fólkasløgum,» – frammi fyri ásjón Guðs, sum hann trúði á, hann sum ger hini deyðu livandi, og kallar tað, sum ikki er til, sum var tað til. 18Hann trúði móti vón við vón, at hann skuldi verða faðir at mongum fólkasløgum, samsvarandi tí, sum sagt var: «Soleiðis skal avkom títt verða.» 19Og ikki viknaði hann í trúnni, tó at hann hugsaði um, at hansara egna likam longu var ellismerkt, hann var tætt við hundrað ár, og at Sára var farin av barnburði. 20Men um fyrijáttan Guðs ivaðist hann ikki í vantrúgv, heldur styrknaði hann í trúnni, við tað at hann gav Guði æruna, 21og var fullvísur í tí, at tað, sum hann hevði lovað, var hann eisini mentur at gera. 22Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi. 23Men at tað varð honum tilroknað, tað varð ikki skrivað bert fyri hansara skuld, 24men eisini fyri okkara skuld, sum tað skal verða tilroknað, okkum sum trúgva á hann, sum vakti upp Jesus, harra okkara, frá deyðum, 25hann sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.
Tällä hetkellä valittuna:
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: