Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 3
3
Jødar eiga víst fyrijáttanir Guðs
1Hvønn fyrimun hevur tá Jødin? Ella hvat gagn er í umskeringini? 2Mikið á ein og hvønn hátt! Fyrst og fremst tað, at Guðs orð hava verið litin teimum til. 3Tí at hvat um tað? Um so summir vóru ótrúgvir, mundi tá ótrúskapur teirra gera trúskap Guðs til einkis? 4Nei, á ongum sinni! Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari, soleiðis sum skrivað stendur: «Til tess at tú mást vera rættvísur í orðum tínum og vinna, tá ið menn hava sak við teg.» 5Men um órættvísi okkara sannar rættvísi Guðs, hvat skulu vit tá siga? Man Guð vera órættvísur, tá ið hann letur vreiði sína koma yvir okkum? Eg tali á mannavísi. 6Nei, á ongum sinni! Hvussu kundi tá Guð døma heimin? 7Men um sannleiki Guðs við lygn míni er øktur honum til dýrdar, hví verði eg tá enn dømdur sum syndari? 8Og eiga vit tá ikki, soleiðis sum vit verða spottaðir fyri, og soleiðis sum summir siga, at vit læra, at gera hitt illa, fyri at hitt góða kann koma burturúr? Rættvísur er dómurin, sum slíkir fáa.
Men teir eins væl og heidningarnir liva í synd, og er tí mannaættin øll sek
9Hvat tá? Hava vit tá nakran fyrimun? Nei, als ikki. Tí at vit hava jú áður ásakað bæði Jødar og Grikkar, at teir vóru allir undir synd, 10sum skrivað stendur: «Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; 11tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. 12Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti. 13Opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu teir svik; ormaeitur er undir vørrum teirra. 14Muður teirra er fullur av illbøn og beiskleika. 15Fljótir eru føtur teirra til at úthella blóð. 16Oyðing og eymd er á vegum teirra, 17og friðar veg teir ikki kenna. 18Fyri eygum teirra eingin gudsótti er.» 19Men vit vita, at alt tað, sum lógin sigur, tað talar hon til teirra, sum eru undir lógini, til tess at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Guði, 20við tað at einki hold verður rættvísgjørt fyri honum av lógargerningum; tí at við lóg kemur kunnugleiki um synd.
Men rættvísi Guðs er opinberað øllum í Kristi, og Guð rættvísger tann, sum trýr á Jesus
21Men nú er rættvísi Guðs, sum vitnað er um av lógini og profetunum, vorðin opinberað uttan lóg, 22tað er: rættvísi Guðs við trúgv á Jesus Krist fyri øllum teimum og yvir øll tey, sum trúgva; tí at eingin munur er. 23Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, 24og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, 25hann, sum Guð setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, 26fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus.
Alt rós útistongt
27Hvar er tá rósið? Tað er útistongt? Við hvørji lóg? Gerninganna? Nei, men við trúarlóg. 28Tí at vit halda tað, at menniskjan verður rættvísgjørd av trúgv uttan lógargerningar. 29Ella er Guð bert Guð Jøda? Man ikki eisini heidninga? Jú, eisini heidninga; 30so satt sum Guð er ein, og skal rættvísgera umskornar av trúgv og óumskornar við trúnni. 31Gera vit tá lógina til einkis við trúnni? Nei, á ongum sinni; vit heldur staðfesta lógina.
Tällä hetkellä valittuna:
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 3: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: