Raamattusovellus-logo
Hakukuvake

Jóhannesar opinbering 8

8
Sjeynda innsiglið
1Og tá ið tað læt upp hitt sjeynda innsiglið, varð tøgn á himni okkurt um hálvan tíma.
Sjey einglar við sjey lúðrum; roykilsi verður ofrað; torusláttur og landskjálvti
2Og eg sá hinar sjey einglarnar, sum standa fyri ásjón Guðs, og teimum vórðu fingnar sjey básúnur. 3Og annar eingil kom og fór at standa við altarið; hann helt á roykilsiskeri av gulli, og honum varð fingið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftur at bønunum frá øllum hinum heilagu á gullaltarið framman fyri hásætinum. 4Og roykurin av roykilsinum steig upp við bønunum frá hinum heilagu úr hond eingilsins fyri ásjón Guðs. 5Og eingilin tók roykilsiskerið og fylti tað við eldi av altarinum og kastaði tað oman á jørðina; og tað komu torusláttir og røddir og snarljós og landskjálvti.
Blást verður í teir fýra fyrstu lúðrarnar
6Og hinir sjey einglarnir, sum hildu á hinum sjey básúnunum, búgvaðust til at blása. 7Og hin fyrsti eingilin básúnaði, og tá kom heglingur og eldur, blandað við blóði, og tað varð kastað oman á jørðina; og triðingurin av jørðini brendist, og triðingurin av trøunum brendist, og alt grønt gras brendist. 8Og annar eingilin básúnaði, og tað var, sum stórt fjall, logandi av eldi, varð kastað í havið; og triðingurin av havinum varð blóð. 9Og triðingurin doyði av skapningunum í havinum, sum lív var í; og triðingurin av skipunum fórst. 10Og triði eingilin básúnaði, og niður av himni fall stór stjørna, logandi sum kyndil, og hon fall niður á triðingin av áunum og á vatnskeldurnar. 11Og navnið á stjørnuni kallast malurt, og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og mangir menn doyðu av vøtnunum, tí at tey vóru vorðin beisk. 12Og fjórði eingilin básúnaði, og triðingurin av sólini varð raktur og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrktur, og dagurin misti triðingin av ljósi sínum, og náttin somuleiðis. 13Og eg sá og eg hoyrdi ørn fljúgva uppi undir miðhimninum og siga við harðari reyst: «Vei, vei, vei teimum, sum á jørðini búgva, fyri básúnurøddirnar, sum eftir eru, frá hinum trimum einglunum, sum eiga at básúna!»

Tällä hetkellä valittuna:

Jóhannesar opinbering 8: FB

Korostus

Kopioi

Vertaa

Jaa

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään