Raamattusovellus-logo
Hakukuvake

Kolossubrævið 3

3
Áminning um halgan
1Av tí at tit tá eru uppreistir saman við Kristi, tá tráið eftir tí, sum er fyri oman, har sum Kristus situr við høgru hond Guðs. 2Stundið á tað, sum er fyri oman, ikki á tað, sum er á jørðini! 3Tí at tit eru deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Guði. 4Tá ið Kristus, lív okkara, verður opinberaður, tá skulu eisini tit verða opinberaðir við honum í dýrd.
Áminning um at leggja av alla synd
5So deyðið tá hinar jørðisku limirnar, ólevnað, óreinsku, fýsni, illa lyst og ágirnd, sum ikki er annað enn avgudadýrkan; 6fyri hetta kemur Guðs vreiði. 7Eisini tit vóru áður uppi í hesum, tá ið tit livdu í tí. 8Men nú skulu eisini tit leggja tað alt samalt av, vreiði, bræði, illskap, háðan, illavorðið tos av munni tykkara. 9Ljúgvið ikki hvør fyri øðrum, við tað at tit hava avklæðst hina gomlu menniskjuna við gerningum hennara 10og íklæðst hina nýggju, sum verður endurnýggjað til kunnleika samsvarandi mynd hansara, sum skapaði hana, 11har sum ikki er Grikki og Jødi, umskering og yvirhúð, barbárur, Skýtti, trælur, frælsur maður, men Kristus er alt og í øllum.
Áminning um at liva eitt gudiligt lív
12So íklæðist tá eins og Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu, hjartaliga miskunn, góðvild, eyðmýkt, spaklyndi, langmóð, 13so at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit! 14Men fram um alt hetta íklæðist kærleikan, sum er band fullkomileikans! 15Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir! 16Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. 17Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði faðir við honum.
Ábyrgd hjá konum, monnum, børnum, foreldrum, húskøllum og húsbóndum
18Tit konur, verið monnunum undirgivnar, sum tað sømir í Harranum. 19Tit menn, elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær! 20Tit børn, verið foreldrum tykkara lýðin í øllum lutum; tí at tað er hugnaligt í Harranum! 21Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið! 22Tit tænarar, lýðið í øllum lutum húsbóndum tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Guð. 23Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, 24við tað at tit vita, at tit afturfyri av Harranum skulu fáa arvin í løn. Tit tæna Harranum Kristi. 25Men tann, sum ger órætt, skal fáa tað afturgoldið, sum hann gjørdi órætt, og tað verður ikki gjørdur mannamunur. 4,1 Tit harrar, gerið tit móti tænarum tykkara tað, sum rætt og beint er, við tað at tit vita, at tit við hava harra á himni!

Tällä hetkellä valittuna:

Kolossubrævið 3: FB

Korostus

Kopioi

Vertaa

Jaa

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään