Ápostlasøgan 27
27
Ferðin til Róm, ódnarveður, stranda á Maltu
1Men tá ið tað var avgjørt, at vit skuldu sigla til Itáliu, flýddu teir bæði Paulus og nakrar aðrar fangar einum høvuðsmanni, sum æt Július, úr herflokki keisarans. 2Vit fóru tá umborð á eitt skip frá Adramýttium, sum skuldi leggja at í bygdunum fram við Ásiustrondunum, og løgdu í havið; og Aristarkus, ein makedóniskur maður úr Tessalóniku, var í ferðini við okkum. 3Og dagin eftir løgdu vit at í Sidon, og Július, sum var beinasamur móti Paulusi, gav honum loyvi at fara at finna vinir sínar og njóta blíðskap teirra. 4Haðan fóru vit avstað og sigldu inn undir Kýpern, av tí at tað var mótvindur. 5Og tá ið vit høvdu siglt um havið við Kilikíu og Pamfýliu, komu vit til Mýru í Lýkíu. 6Og har rakti høvuðsmaðurin við eitt skip frá Aleksandriu, sum skuldi sigla til Itáliu, og hann setti okkum umborð í tað. 7Í nógvar dagar gekk nú spakuliga við siglingini, og tað var alt tað, at vit vunnu fram at Knidus; og við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kretu við Salmone. 8Og tað var so, at vit vunnu framum har og komu til ein stað, sum kallast «Góðu havnir», tætt við bygdina Laseu. 9Men tá ið long tíð var liðin, og sjóferðir longu fóru at verða hættisligar, við tað at eisini føstan longu var farin, ávaraði Paulus teir og segði við teir: 10«Góðu menn, eg síggi, at sjóferðin fer at verða ein váðaferð og til stóran skaða ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri okkara egna lív.» 11Men høvuðsmaðurin hevði betri álit á stýrimanninum og skiparanum enn á tí, sum Paulus segði. 12Og tá ið havnin var ólagalig til vetrarlegu, tóku teir flestu tey ráð at leggja til havs haðan, um teir kundu verða førir at vinna fram til Føniks og taka vetrarlegu har; hetta er ein havn á Kretu, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi. 13Og tá ið nú kom makligur vindur av suðri, hildu teir seg kunna útinna ætlan sína og lættu akker og sigldu fram við Kretu, tætt í landi. 14Men áðrenn langt um leið, brast hann á niður av oynni við glaðustroki, sum kallað er Evrakvilo. 15Og tá ið skipið fell av og ikki kundi liggja upp móti vindinum, hildu vit undan og lótu reka. 16Og tá ið vit rendu inn undir eina lítla oyggj, sum kallast Klauda, var tað við neyð, at vit fingu bjargað bátinum. 17Tá ið teir høvdu drigið hann inn, tóku teir tað til ráða at royna at bjarga og løgdu tog um skipið; og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu dríva suður í Sýrtuna, strikaðu teir seglini og lótu so reka. 18Og tá ið vit vóru illa staddir av harðveðrinum, kastaðu teir dagin eftir farmin fyri borð; 19og triðja dagin kastaðu teir við egnum hondum skipsgreiðurnar út. 20Men tá ið hvørki sól ella stjørnur vóru at síggja í fleiri dagar, og ódnin, sum leikaði í, ikki var lítil, tá var at endanum eingin vón eftir um tað, at vit kundu verða bjargaðir. 21Og tá ið teir leingi høvdu verið matleysir, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: «Góðu menn, tit áttu at hava fylgt mínum ráði og ikki verið farnir frá Kretu og verið slopnir frá hesi váðaferð og hesum skaða. 22Og nú ráði eg tykkum at hava gott treyst; tí at ikki ein sál av tykkum skal umkomast, men skipið skal farast; 23tí at á hesi nátt stóð hjá mær ein eingil frá tí Guði, sum eg tilhoyri, sum eg eisini tæni, 24og segði: «Óttast ikki, Paulus; fyri keisaran eigur tú at koma; og sí, Guð hevur miskunnsamliga givið tær allar teir, sum eru í sjóferðini við tær.» 25Havið tí gott treyst, menn, tí at eg líti á Guð, at tað fer at gangast soleiðis, sum sagt er við meg. 26Men vit fara at stranda á eini oyggj.» 27Men tá ið fjúrtanda náttin var komin og vit rókust um úti á Adriahavinum, hildu skipsmenninir seg um miðju nátt hava varhuga av, at teir nærkaðust landi. 28Og tá ið teir skattaðu dýpið, fingu teir tjúgu favnar; og tá ið teir vóru komnir eitt sindur longur haðan ífrá og uppaftur skattaðu dýpið, fingu teir fimtan favnar. 29Og av tí at teir óttaðust fyri, at vit skuldu koma upp á sker, kastaðu teir fýra akker út afturi í bak og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma. 30Men tá ið skipsmenninir royndu at rýma burtur frá skipinum og koyrdu bátin á sjógvin og lótust at vilja leggja akker út í frammi, 31segði Paulus við høvuðsmannin og hermenninar: «Um hesir menninir ikki verða verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir.» 32Tá høgdu hermenninir togini á bátinum av og sleptu honum. 33Men inntil tað tók at lýsa fyri degi, áminti Paulus allar at fáa sær mat og segði: «Í dag er tað fjúrtandi dagurin, sum tit hava bíðað matleysir, og einki fingið at eta. 34Tí biði eg tykkum fáa tykkum at eta; tí at hetta er tykkum til bjargingar. Tí at ikki skal hár á høvdi skalast á nøkrum tykkara.» 35Og tá ið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð og takkaði Guði, so allir sóu, og breyt tað og fór at eta. 36Tá ressaðust allir við og fingu sær eisini at eta. 37Og til samans vóru vit á skipinum tvey hundrað og seks og sjúti sálir. 38Og tá ið teir høvdu etið seg mettar, lættu teir um skipið við at kasta kornið á sjógvin. 39Og tá ið dagur kom, kendu teir ikki landið, men teir sóu eina vík, har sum fjøruslætt var, og teir gjørdu av at seta skipið á land har, um tað kundi vera gjørligt hjá teimum. 40Og teir gjørdu leyst frá akkerunum og sleptu teimum í sjónum, samtíðis loystu teir stýrisbondini og vundu upp ráseglið fyri vindin og hildu inn á fjøruna. 41Men teir komu á eitt riv, har sum djúpt var báðumegin, og skipið tók botn, og tað stóð í frammi og vikaðist ikki, men í bak var tað sundurbrotið av brimganginum. 42Nú var tað ætlan hjá hermonnunum at drepa fangarnar, fyri at eingin skuldi svimja burtur og rýma. 43Men høvuðsmaðurin, sum vildi bjarga Paulusi, forðaði teimum í hesi ætlan teirra og beyð, at teir, sum dugdu at svimja, skuldu leypa á sjógvin og fyrstir sleppa sær á land, 44og at hinir skuldu bjarga sær, summir á plonkum, summir á skipssprekum. Og soleiðis gekk tað til, at allir vórðu bjargaðir á land.
Tällä hetkellä valittuna:
Ápostlasøgan 27: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society