Ápostlasøgan 24
24
Paulus klagaður fyri Feliksi
1Men fimm dagar aftaná fór høvuðspresturin Ánanias oman saman við nøkrum av hinum elstu og einum røðumanni, Tertullusi, og hesir bóru fram klagumál fyri landshøvdinganum móti Paulusi. 2Og tá ið hann var kallaður fyri, tók Tertullus at klaga hann og segði: 3«At vit av tínum ávum njóta miklan frið, og at rættarbøtur í øllum førum og allar staðir verða hesum fólki givnar av tíni umsjón, mætasti Feliks, tað ásanna vit við allari takksemi. 4Men fyri at eg ikki skal ónáða teg ov mikið, biði eg, at tú av mildi tíni vilt hoyra okkum nøkur fá orð. 5Tað er nú soleiðis, at vit eru komnir eftir, at hesin maður er ein sótt og ein ófriðarkroppur millum allar Jødar um allan heimin og er oddamaður hjá Nasareara-flokkinum. 6Hann hevur meira at siga roynt at vanhalga halgidómin; og vit tóku hann tá (og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara. 7Men Lýsias herhøvdingin kom til og førdi hann burtur úr hondunum á okkum við stórari valdsgerð, 8og hann beyð klagumonnum hansara at koma til tín); og av honum kanst tú, tá ið tú sjálvur sóknast eftir, fáa kunnugleika um alt tað, sum vit klaga hann fyri.» 9Men eisini Jødarnir tóku undir og søgdu, at soleiðis var.
Paulus heldur varnarrøðu
10Men Paulus svaraði, tá ið landshøvdingin gav honum ábending um, at hann kundi taka til máls: «Við tað at eg veit, at tú í mong ár hevur verið dómari hjá hesum fólki, vil eg við góðum huga verja mál mítt, 11tí at tú kanst fáa at vita, at tað ikki eru meira enn tólv dagar síðan eg kom niðan til Jerúsalem fyri at halda bøn. 12Og hvørki hittu teir meg í halgidóminum í orðaskifti við nakran, ella at eg eggjaði fólki til uppreist, ei heldur í samkomuhúsunum ella úti um staðin; 13og heldur ikki eru teir førir fyri at prógva tað fyri tær, sum teir nú klaga meg fyri. 14Men hetta viðgangi eg fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla ein stakflokk, tæni eg soleiðis Guði fedra vára, at eg trúgvi øllum tí, sum stendur í lógini, og tí, sum er skrivað hjá profetunum, 15og havi ta vón til Guðs, sum teir sjálvir eisini hava í væntan, at uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum. 16Av teirri grund leggi eg mær sjálvum eina við altíð at hava óskadda samvitsku fyri Guði og monnum. 17Men tá ið mong ár vóru liðin, kom eg higar at flýggja fólki mínum olmussugávur og at bera fram offur, 18og undir hesum viðurskiftum hittu teir meg, tá ið eg hevði reinsað meg í halgidóminum, men uttan nakra mannagongd og uttan nakra óspekt. Men har vóru nakrir Jødar frá Ásiu, 19og teir áttu at verið komnir higar fram fyri teg og borið fram klagu, um teir høvdu okkurt at kenna mær um. 20Ella lat hesar sjálvar siga, hvørja søk teir hava funnið hjá mær, tá ið eg stóð fyri ráðinum; 21uttan tað skuldi so verið hetta eina orðið, sum eg rópaði, tá ið eg stóð millum teirra: «Fyri uppreisn av deyðum standi eg í dag fyri rættinum frammi fyri tykkum!» »
Paulus verður verandi sum fangi í Kesareu
22Men Feliks frestaði málinum, av tí at hann visti gjøllari um vegin, og hann segði: «Tá ið Lýsias, herhøvdingin, kemur oman higar, skal eg gera mál tykkara av.» 23Og hann beyð høvuðsmonnunum at halda honum í varðhaldi og lata hann fáa náðir og ikki forða nøkrum av hansara egnu at veita honum ein beina. 24Tá ið nakrir dagar vóru farnir, kom Feliks við Drusillu, konu síni, sum var av Jøda ætt, og sendi boð eftir Paulusi, og lýddi á talu hansara um trúnna á Krist Jesus. 25Men tá ið hann talaði um rættvísi og um fráhald og komandi dóm, varð Feliks illa við og svaraði: «Far nú avstað fyri hesa ferð; men tá ið eg fái stundir, skal eg kalla teg til mín aftur.» 26Eisini gjørdi hann sær vón um, at hann skuldi fáa pengar av Paulusi; tí var tað eisini, at hann oftari sendi boð eftir honum og talaði við hann. 27Men tá ið tvey ár vóru liðin, fekk Feliks sum eftirmann Porkius Festus; og av tí at Feliks vildi vinna sær tøkk hjá Jødunum, læt hann Paulus eftir í leinkjum.
Tällä hetkellä valittuna:
Ápostlasøgan 24: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society