Raamattusovellus-logo
Hakukuvake

Fyrra Tessalónikubrævið 5

5
Harrans dagur; áminning um at vaka
1Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara; 2tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt. 3Tá ið menn siga: «Friður og eingin fári!» tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan. 4Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. 5Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins. 6Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir! 7Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. 8Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm. 9Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi, 10sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum. 11Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera!
Ymiskar áminningar
12Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum, 13og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum! 14Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll! 15Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum! 16Verið altíð glaðir! 17Biðið uttan íhald! 18Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. 19Sløkkið ikki andan! 20Vanmetið ikki profetaorð! 21Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er! 22Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi!
Signingarynski
23Men sjálvur Guð friðarins halgi tykkum til fulnar, og gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists! 24Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.
Heilsanir
25Brøður, biðið fyri okkum! 26Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi! 27Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum. 28Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!

Tällä hetkellä valittuna:

Fyrra Tessalónikubrævið 5: FB

Korostus

Kopioi

Vertaa

Jaa

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään