Fyrra Tessalónikubrævið 1
1
Heilsan
1Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður!
Tøkk fyri trúarlívið hjá kirkjuliðinum, sum er fyrimynd hjá øðrum kirkjuliðum
2Vit takka altíð Guði fyri tykkum allar, tá ið vit minnast til tykkara í bønum okkara, 3við tað at vit fyri ásjón Guðs og faðirs várs javnt og samt minnast virksemi tykkara í trúnni og arbeiði tykkara í kærleikanum og áhaldni tykkara í vónini á váran harra Jesus Krist, 4av tí at vit vita, brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir; 5tí at gleðiboðskapur okkara kom ikki til tykkara bert í orðum, men eisini í kraft og í heilagum anda og í miklari fullvissu, soleiðis sum tit jú vita, hvussu vit vóru tykkara millum fyri tykkara skuld. 6Og tit eru vorðnir eftirfylgjarar okkara og Harrans, tá ið tit tóku ímót orðinum við gleði í heilagum anda, tó at tit vóru í miklari trongd; 7so at tit eru vorðnir ein fyrimynd fyri øllum hinum trúgvandi í Makedóniu og í Akkeu. 8Tí at frá tykkum hevur orð Harrans ljómað ikki bert í Makedóniu og Akkeu, men allar staðir er trúgv tykkara á Guð komin út, so at tað ikki er okkum neyðugt at tala um tað; 9tí at teir siga sjálvir frá tí um okkum, hvørja inngongd vit fingu hjá tykkum, og hvussu tit vendu um til Guðs frá skurðgudunum, til tess at tæna livandi og sonnum Guði, 10og vænta son hansara frá himnunum, sum hann reisti upp frá deyðum, Jesus, sum frelsir okkum frá hini komandi vreiðini.
Tällä hetkellä valittuna:
Fyrra Tessalónikubrævið 1: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society