YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Markus 1

1
Jóhannes doyparin
1Upphavið til gleðiboðskapin um Jesus Krist, Guðs son. 2Líkasum skrivað er hjá Jesaja profeti: «Sí, eg sendi út sendisvein mín framman undan tær; hann skal búgva út veg tín. 3Røddin á einum, ið rópar í oyðimørk: «Ruddið veg Harrans, beinar gerið leiðir hans!»» 4Soleiðis steig Jóhannes doyparin fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna. 5Og heila Júdeuland og alt fólkið í Jerúsalem fór út til hansara, og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí at tey játtaðu syndum sínum. 6Og Jóhannes var í klæðum av kamelhári, og hann hevði eitt leðurbelti um lendarnar, og hann át grashoppur og villan hunang. 7Og hann prædikaði og segði: «Aftan á meg kemur hann, ið sterkari er enn eg, og eg eri ikki verðugur at bukka meg niður og loysa tveingir hansara. 8Eg havi doypt tykkum við vatni; men hann skal doypa tykkum við heilagum anda.»
Jesus verður doyptur
9Og tað hendi í teimum døgunum, at Jesus kom úr Nasaret í Galileu og varð doyptur av Jóhannesi í Jórdan. 10Og við tað sama hann steig upp úr vatninum, sá hann himlarnar opnast og andan sum eina dúgvu stíga oman yvir hann; 11og ein rødd kom av himlunum: «Tú ert sonur mín, hin elskaði, til tín havi eg tokka!»
Jesus verður freistaður
12Og við tað sama dreiv andin hann út í oyðimørkina; 13og hann var í oyðimørkini fjøruti dagar og varð freistaður av Sátani; og hann var villdjóranna millum, og einglarnir tæntu honum.
Jesus prædikar
14Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð 15og segði: «Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!»
Jesus kjósar sær lærusveinar
16Og í tí hann fór gangandi fram við vatninum í Galileu, sá hann Símun og Andrias, bróður Símunar, fáast við at seta gørn á vatninum; tí at teir vóru fiskimenn. 17Og Jesus segði við teir: «Komið og fylgið mær, og eg skal lata tykkum verða mannafiskimenn.» 18Og í stundini fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. 19Og tá ið hann hevði gingið eitt sindur longur fram, sá hann Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara, sum eisini vóru á báti og bøttu gørnini hjá sær. 20Og við tað sama rópaði hann teir, og teir lótu faðir sín, Sebedeus, verða eftir á bátinum saman við bønarmonnunum, og fóru aftan á honum.
Jesus rekur út illan anda
21Og teir fara inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Jesus um hvíludagin inn í samkomuhúsið og lærdi. 22Og tey vórðu reiðuliga bilsin av læru hansara, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki soleiðis sum teir skriftlærdu. 23Og nú vildi so til, at har í samkomuhúsi teirra var ein maður við einum óreinum anda; hann skar í róp 24og segði: «Hvat hava vit við teg at gera, Jesus úr Nasaret? Tú ert komin at oyðileggja okkum; vit kenna teg, hvør tú ert, tú Guðs heilagi.» 25Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» 26Og hin óreini andin rykti og skrykti í hann, og rópandi háróp fór hann út úr honum. 27Og ótti kom á øll, so at tey spurdu hvørt annað og søgdu: «Hvat er hetta? Ein nýggj læra við valdi! Eisini hinum óreinu andunum býður hann, og teir akta hann.» 28Og tíðindini um hann komu við tað sama út víða hvar í øllum bygdunum har um vegir í Galileu.
Jesus grøðir vermóður Pæturs og onnur
29Og alt fyri eitt teir vóru farnir út úr samkomuhúsinum, komu teir inn við hús hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi. 30Men vermóðir Símunar lá sjúk av hitasótt; og við tað sama orðaðu teir við hann um hana. 31Og hann gekk fram til hennara og tók í hondina á henni og reisti hana upp; og hitasóttin fór av henni, og hon borðreiddi fyri teimum. 32Men tá ið kvøldið var komið, eftir sólsetur, komu tey til hansara við øllum teimum, sum høvdu ilt og vóru plágað av illum andum, 33og øll bygdin var komin saman fyri durunum. 34Og hann grøddi mong, sum drógust við ymsar sjúkur, og rak út mangar illar andar; og hann gav ikki hinum illu andunum loyvi at tala, tí at teir kendu hann.
Jesus prædikar í Galileu
35Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út, og hann fór burtur á ein oyðistað og helt bøn har. 36Og Símun og teir, sum við honum vóru, skundaðu sær eftir honum; 37og teir hittu hann og siga við hann: «Øll leita eftir tær!» 38Og hann sigur við teir: «Latum okkum fara burtur aðrar staðir, til smábygdirnar her í nánd, so at eg kann prædika eisini har; tí at til tess eri eg út farin.» 39Og hann kom og prædikaði í samkomuhúsum teirra um alt Galileuland og rak út illar andar.
Jesus grøðir spitalskan mann
40Og ein spitalskur maður kemur til hansara, bønar hann og fellur á knæ fyri honum og sigur við hann: «Um tú vilt, kanst tú reinsa meg.» 41Og honum tókti hjartaliga synd í honum, og hann rætti hondina út og nam við hann og sigur: «Eg vil, verð reinur!» 42Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum, og hann varð reinur. 43Og hann legði honum ríkan við og koyrdi hann avstað alt fyri eitt 44og sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum nakað, men far avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína tað, sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum.» 45Men tá ið hann fór avstað, tók hann at boða almikið frá hesum og at bera hesi tíðindi víða um, so at Jesus ikki longur kundi koma opinlýst inn í nakra bygd; men hann helt seg uttanfyri, úti á óbygdum støðum; og úr øllum ættum komu tey til hansara.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy