YouVersion Logo
Search Icon

Mika 1

1
Yvirskrift
1Orð Harrans, ið kom til Mika Móresjita á døgum Jótams, Ákazar og Hizkia, Júdakonga – tað orðið, sum hann skoðaði viðvíkjandi Sámáriu og Jerúsalem:
Harrin birtist til dóms yvir Sámáriu og Jerúsalem
2Hoyrið, allar tjóðir, jørðin lýði á og alt, sum á henni er! Harrin, drottin, kemur sum vitni móti tykkum, Harrin frá síni heilagu høll. 3Sí, Harrin kemur úr bústaði sínum, stígur oman og fer yvir hæddir jarðarinnar; 4undir honum fjøllini bráðna, og dalarnir klovna – sum vaks fyri eldi, sum vatn út av brøttum bergi; 5alt hetta berst á fyri misgerð Jákups og fyri syndir Ísraels ættar. Hvør er misgerð Jákups? Mundi tað ikki vera Sámária? Og hvør er tá synd Júda ættar? Mundi tað ikki vera Jerúsalem? 6Eg geri Sámáriu til grótrúgvur og byggilendi hennara til víngarðsjørð; steinar hennara tveiti eg oman í dalin og leggi grundvøllin beran; 7allar gudamyndir hennara skulu verða smildraðar, allar skøkjugávurnar skulu verða brendar í eldi; eg oyði allar skurðgudar hennara; tí at fyri skøkjuløn vórðu teir fingnir, og til skøkjuløn skulu teir aftur verða.
Sorg profetsins
8Tí má eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og uttan skikkju, hevja harmljóð eins og sjákálar, rópa av sorg eins og strutsar,
Júda herjaður
9tí at ógrøðandi eru sár hennara; og alt at Júda er tað komið, til Jerúsalem, fólks míns borgarlið. 10Boðið tað ikki í Gát og grátið ikki í Bókim; í Bet-Leafra, veltið tykkum í dusminum! 11Smoykið tykkum lotir og naknir út, tit, sum búgva í Sjáfir! Záanans íbúgvar vága sær ikki út; av sorgarljóðinum úr Bet-Ezel skelva tykkara bein. 12Og hvussu kunnu Márots íbúgvar vóna nakað gott, tá ið ógæva frá Harranum er komin alt frá Jerúsalems borgarliði? 13Setið hestarnar fyri vagnarnar, tit, sum búgva í Lákisj; tað var jú høvuðssyndin hjá Zions dóttur, tí at hjá tykkum Ísraels misbrot finnast. 14Sendið tí burtur Móresjet-Gát við skilnaðarbrævi; ein svikafullur løkur eru hallirnar í Akzib vorðnar Ísraels kongum. 15Enn lati eg ránsmenn herja á teg, tú, sum býrt í Máresja; koma skal dýrd Ísraels alt at Ádullam. 16Raka av tær hár og skegg vegna tíni ástkæru børn; ger berskallan breiðan, sum á gammi, tí at herleidd fara tey frá tær.

Currently Selected:

Mika 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy