YouVersion Logo
Search Icon

Mika 2

2
Veiróp yvir stórbøndurnar
1Vei teimum, ið liggja á legum sínum og upphugsa illverk og inna tey, so skjótt sum lýsir av degi, og tey halda seg før til tess; 2teir girnast bø og ræna hann, hús og taka tey, leggja undir seg mann og hús, ognir og ánara. 3Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eisini eg man móti hesum ættkyni upphugsa illverk, sum teir ikki skulu fáa sín háls burtur úr, so at teir ikki fáa gingið so brestnir, tí at hetta verða hevndartíðir. 4Á tí degi verður táttur kvøðin um tykkum og hetta harmljóð: «Beint er fyri okkum med alla; fólks míns jørð er sundurskift við mátingarbandi, og eingin fær mær hana aftur; teir, ið okkum hava herleitt, hava fingið jørð okkara.» 5Tí skalt tú ongan hava, sum markar av arvalut í savnaði Harrans.
Træta millum profetin og mótstøðumenn hans
6«Lættið av hesum spádómsorðum!» siga teir, «tílík orð mega ikki verða talað; skulu hesi orð ongantíð fáa enda?» 7«Er Jákups ætt tá bannlýst? Er Harrin tá so bráður í lyndi, ella man hann gera tílíkt? Eru ikki orð hans mjúk móti teimum, ið rættiliga ganga?» 8Men tit eru fíggindar vorðnir móti mínum fólki; møttul og skikkju tit skræða av teimum, ið ekkaleys koma gangandi og leiðir eru við bardaga; 9konur fólks míns reka tit út úr húsunum, ið vóru hugnaður teirra; frá børnum teirra taka tit mín heiður med alla og siga: 10«Avstað, burtur við tykkum! Her skulu tit ikki vera! Fyri smámuna sakir taka tit veð við hørðum.» 11Um einhvør kemur við tómum orðum, svikum og lygnum og sigur: «Eg skal tala til tykkara um vín og sterkan drykk,» hann verður rættur talari hjá hesum fólki.
Hinir herleiddu koma heim
12Eg skal savna øll av Jákups ætt, ja, henta saman allar Ísraels leivdir, lata tey saman eins og seyð í rætt, eins og fenað inn í kvíggj, so at har verður gangur av mannfjøld. 13Slóðarin leiðir tey, tey bróta gjøgnum liðið og fara útum; undan teimum gongur kongur teirra, Harrin sjálvur á odda.

Currently Selected:

Mika 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy