YouVersion Logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 2

2
Bræv til kirkjuliðið í Efesus
1«Einglinum hjá kirkjuliðinum í Efesus skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond síni, tann sum gongur millum hinar sjey gullljósastakarnar: 2Eg veit um gerningar tínar og arbeiði títt og tolmóð tína, og at tú ikki kanst torga vándar menn; og tú hevur roynt teir, sum siga seg sjálvar vera ápostlar, og eru tað ikki, og tú hevur komist eftir, at teir eru lygnarar; 3og tú hevur tolmóð, og tú hevur havt nógv at bera fyri navns míns skuld, og ert ikki vorðin troyttur. 4Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika. 5Minst tí til, hvaðan tú ert fallin, og vend um, og ger hinar fyrru gerningarnar; annars komi eg á teg og skal flyta ljósastaka tín burtur úr staði sínum, um tú ikki vendir um. 6Tó tað skalt tú fáa, at tú hatar gerningar Nikolaitanna, sum eisini eg hati. 7Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva at eta av lívsins træi, sum er í Guðs páradísi.
Bræv til kirkjuliðið í Smýrnu
8Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Smýrnu skalt tú skriva: Hetta sigur hin fyrsti og hin síðsti, tann sum var deyður og livnaði upp aftur: 9Eg veit um trongd tína og fátækt tína, – tó at tú er ríkur, – og spottanina frá teimum, sum siga seg sjálvar vera Jødar, og eru tað ikki, men samkomuhús Sátans. 10Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt koma at líða! Sí, djevulin skal kasta nakrar av tykkum í fongsil, fyri at teir skulu verða freistaðir, og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu! 11Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tann, sum sigrar, hann skal als ikki verða sakaður av hinum øðrum deyðanum.
Bræv til kirkjuliðið í Pergamos
12Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Pergamos skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum hevur hitt tvíeggjaða, hvassa svørðið: 13Eg veit, hvar tú býrt, har sum hásæti Sátans er. Og tú heldur fast við navn mítt, og tú avnoktaði ikki trúgv mína, enntá ikki á teimum døgum, tá ið Antipas var mítt trúgva vitni, hann sum var tikin av lívi hjá tykkum, har sum Sátan býr. 14Men eg havi eitt sindur móti tær, at tú hevur hjá tær slíkar, sum halda fast við læru Bileams, hann sum lærdi Bálak at kasta meinboga fyri Ísraelsmenn, so at teir ótu skurðgudaoffur og drivu hor. 15Soleiðis hevur tú eisini slíkar, sum á líkan hátt halda fast við læru Nikolaitanna. 16Vend um! Annars komi eg brádliga á teg, og skal berjast við teir við svørði muns míns. 17Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva av hinum fjalda «manna», og eg skal geva honum hvítan stein, og á steinin nýtt navn, skrivað sum eingin kennir uttan tann, sum fær tað.
Bræv til kirkjuliðið í Týatíru
18Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Týatíru skalt tú skriva: Hetta sigur sonur Guðs, sum hevur eygu sum eldsloga, og føtur hansara líkjast skínandi málmi: 19Eg veit um gerningar tínar og um kærleika tín og trúgv og tænastu og tolmóð tína, og hinar seinnu gerningar tínar, sum eru fleiri enn hinir fyrru. 20Men eg havi móti tær, at tú tolir Jesabel, konuna, sum sigur seg sjálva vera profetakvinnu, og lærir og villleiðir tænarar mínar til at dríva hor og eta skurðgudaoffur. 21Og eg havi givið henni frest, at hon kundi venda um, og hon vil ikki venda um frá hordómi sínum. 22Sí, eg kasti hana á sjúkralegu, og teir, sum horast við henni, í stóra trongd, um teir ikki venda við frá gerningum sínum. 23Og børnum hennara skal eg forkoma við deyða, og øll kirkjuliðini skulu vita, at eg eri tann, sum rannsakar nýru og hjørtu, og eg skal gjalda tykkum, einum og hvørjum, eftir gerningum tykkara. 24Men tykkum sigi eg, hinum sum eru í Týatíru, øllum teimum, sum ikki hava hesa læruna, av tí at tey ikki kenna dýpdir Sátans, – sum tey siga, –: Eg leggi ikki aðra byrði á tykkum, 25uttan tað at tit halda fast við tað, sum tit hava, til eg komi. 26Og tann, sum sigrar og varðar um gerningar mínar líka til enda, – honum skal eg geva vald yvir fólkasløgunum. 27Og hann skal stýra teimum við jarnstavi, – eins og leirker verða sundurbrotin –, líkasum eg eisini havi fingið tað frá faðir mínum; 28og eg skal geva honum morgunstjørnuna. 29Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum!»

Currently Selected:

Jóhannesar opinbering 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy