YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 3

3
1Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann flýddi undan syni sínum Absaloni. 2Harri, hvør mangir eru fíggindar mínir, mangir at mær søkja! 3Fjølmangir siga um mína sál: «Fyri honum er ei bjarging hjá Guði.» Sela. 4Men tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt! 5Tá ið eg kalli á Harran, svarar hann mær frá heiliga fjalli sínum. Sela. 6Til hvílu eg legði meg, sovnaði og vaknaði, tí Harrin er lívd mín. 7Ei eg óttist ta yðjandi mannanøgd, ið heldur á meg úr øllum ættum. 8Rís, Harri, hjálp mær, Guð mín, tí øllum fíggindum mínum tú høgg á kinn hevur givið, og tenn í teim gudleysu brotið! 9Hjá Harranum er frelsa, yvir tínum fólki signing tín veri! Sela.

Currently Selected:

Sálmarnir 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy