Sálmarnir 1
1
1Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; 2men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. 3Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal. 4Ikki gongst soleiðis vándum monnum, men eins og bos teir eru, ið fýkur fyri vindi. 5Tí skulu gudleysir ei standast í dóminum og syndarar ei í rættvísra liði; 6tí Harrin kennir veg teirra rættvísu, og vegur teirra gudleysu ber av leið.
Currently Selected:
Sálmarnir 1: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society