YouVersion Logo
Search Icon

Náhum 3

3
Veiróp yvir Nineve
1Vei hini blóðseku borg, sum er full av lygn og stuldri, øll sum hon er, og ikki lættir av at ræna. 2Hoyrið koyrilin ymja og hjólini glymja! Froysandi folar, dunandi vagnar. 3Reiðhestarnir tvíspora; svørðini glampa, neistarnir fúka av spjótum; mangir á vali vignir, líkini liggja í rúgvum; ræini teljast ikki; teir snáva um mannabúkar. 4Aftur fyri hordóm hinnar miklu skøkju, hinnar yndisføgru og fjølkunnugu, sum tøldi tjóðir við sínum hori og ættarkyn við gandi sínum, 5tessvegna ráðist eg á teg, sigur Harri herliðanna; eg fletti upp um teg klæðini og lati tjóðirnar síggja nakni títt, kongaríkini skomm tína; 6eg díki teg við runu, geri teg vanvirðisliga og seti teg fram sum ræðumynd, 7so at hvør, ið ber eyga við teg, flýggjar frá tær og sigur: «Oydd er Nineve! Men hvør vil eymka hana? Hvar finni eg nakran, sum vil ugga hana?» 8Ert tú betri enn Nó-Ámon, ið var við Nílstreymin, umgirt av vatni sum varnarvirki og við ánni sum borgargarði? 9Blámenn og Egyptar uttan tal vóru styrki hennara, Putmenn og Libiumenn komu henni til hjálpar; 10men kortini varð hon herleidd og mátti í útlegd; eisini smábørn hennara vórðu sorlað á hvørjum vegamóti; um tignarmenninar varð lutur kastaður, og stórmenn hennara vórðu lagdir í fjøtur. 11Eisini tú skalt drekka og ørmaktast, eisini tú skalt fyri fíggindanum søkja tær skjól. 12Øll varnarvirki tíni eru sum fikutrø við árfikum; verða tey skakað, falla fikurnar í munnin á honum, sum vil eta. 13Sí, hermenn tínir eru sum kvinnur; liðini inn í land títt opnast fyri fíggindum tínum; eldur oyddi lokur tínar. 14Oys tær vatn at hava, meðan tú ert kringsett; ger tíni varnarvirki aftur, gakk út í evjuna og traðka leirið, far eftir tigulforminum; 15eldur skal kortini oyða teg, og svørðið týna teg, oyða teg eins og grashoppur, tó at tú ert fjølment eins og grasvargar og fjølgast eins og ongsprettur. 16aGer keypmenn tínar fleiri enn stjørnurnar á himni, 17tínar jallar sum ongsprettuflokkar og ritarar tínar sum oyðandi átvargar, ið hølast undir gørðum, meðan dagurin er kaldur; men tá ið sólin rísur, flúgva teir burtur, og eingin sær nakað aftur til teirra. 16bTað er sum við grasvargum, ið skjóta ham og flúgva burtur. 18Hirðar tínir dúra, Assurs kongur, tignarmenn tínir sova; fólk títt er spjatt um fjøllini, og eingin savnar tey. 19Mein tíni bøtast ikki aftur, ógrøðandi eru sár tíni; allir, ið hoyra tíðindi um teg, sláa saman hendur, tí at hvør mátti ikki javnan tola vándsku tína!

Currently Selected:

Náhum 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy