YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 8

8
Konan, tikin í hordómi
1Men Jesus fór til Oljufjallið. 2Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey. 3Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, 4og siga við hann: «Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor. 5Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur nú tú?» 6Men hetta søgdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. 7Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: «Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!» 8Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jørðina. 9Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvør eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum. 10Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: «Kona, hvar eru teir? Dómfeldi eingin teg?» 11Men hon svaraði: «Eingin, harri.» Men Jesus segði: «Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!»]
Jesus talar til vantrúnar Jødar um seg sjálvan sum heimsins ljós
12Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: «Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.» 13Tá søgdu Fariseararnir við hann: «Tú vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.» 14Jesus svaraði og segði við teir: «Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, tí at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari. Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari. 15Tit døma eftir holdinum, eg dømi ongan; 16og um eg so dømi, er dómur mín sannur, tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg. 17Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur. 18Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.» 19Teir søgdu tá við hann: «Hvar er faðir tín?» Jesus svaraði: «Hvørki kenna tit meg ella faðir mín. Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.» 20Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin. 21Hann segði nú aftur við teir: «Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara. Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.» 22Jødarnir søgdu tá: «Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?» 23Og hann segði við teir: «Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi. 24Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.» 25Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú?» Jesus segði við teir: «Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum. 26Eg havi mangt at tala og døma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.» 27Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir. 28Jesus segði tí: «Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. 29Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.»
Jesus talar um frælsi av sonnum og syndatrældóm Jødanna
30Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann. 31Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: «Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, 32og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.» 33Teir svaraðu honum: «Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?» 34Jesus svaraði teimum: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. 35Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. 36Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. 37Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av tí at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum. 38Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.» 39Teir svaraðu og søgdu við hann: «Faðir okkara er Ábraham.» Jesus sigur við teir: «Vóru tit børn Ábrahams, tá gjørdu tit gerningar Ábrahams. 40Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði. Hetta gjørdi Ábraham ikki. 41Tit gera gerningar faðirs tykkara.» Teir søgdu við hann: «Vit eru ikki gitnir í hori; vit hava ein faðir, Guð.» 42Jesus segði við teir: «Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg. 43Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. 44Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. 45Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. 46Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? 47Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.» 48Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: «Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?» 49Jesus svaraði: «Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. 50Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir. – 51Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.» 52Tá søgdu Jødarnir við hann: «Nú vita vit, at illur andi er í tær. Ábraham doyði og profetarnir, og tú sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir ikki smakka deyðan. 53Manst tú vera størri enn faðir okkara, Ábraham, sum doyði? Og eisini profetarnir doyðu. Hvønn gert tú teg sjálvan til?» 54Jesus svaraði: «Um eg æri meg sjálvan, tá er æra mín einki; tað er faðir mín, sum ærir meg, hann sum tit siga um, at hann er Guð tykkara; 55og tit hava ikki kent hann; men eg kenni hann; segði eg, at eg ikki kenni hann, tá hevði eg verið lygnari eins og tit. Men eg kenni hann og varðveiti orð hansara. 56Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.» 57Tá søgdu Jødarnir við hann: «Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!» 58Jesus segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.» 59Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy