YouVersion Logo
Search Icon

Hitt almenna bræv Jákups 3

3
Synd við tunguni
1Verðið ikki mangir lærarar, brøður mínir, við tað at tit vita, at vit skulu fáa tess tyngri dóm. 2Tí at vit snáva allir í mongum lutum; um einhvør ikki snávar í talu, tá er hann ein fullkomin maður, sum er førur fyri at hava teymahald eisini á øllum likaminum. 3Tá ið vit leggja boygsl í munnin á hestunum, fyri at teir skulu akta okkum, tá stýra vit eisini heila likami teirra. 4Sí, eisini skipini, so stór sum tey eru og førd av hørðum vindum, so verða tey tó stýrd við einum ógvuliga lítlum róðri, hagar sum stýrimaðurin ætlar sær. 5Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg. Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv! 6Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti. 7Tí at ein og hvør náttúra, bæði í djórum og fuglum, bæði í skriðkyktum og sjódjórum kann verða tamd og er vorðin tamd av mannanáttúruni; 8men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri. 9Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki. 10Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir. 11Kann tá keldan geva bæði søtt og beiskt vatn úr somu uppkomu? 12Kann tá eitt fikutræ, brøður mínir, geva av sær oljuber, ella eitt víntræ fikur? Ikki heldur kann ein sølt kelda geva søtt vatn.
Sannur og ósannur vísdómur
13Hvør er vísur og vitur tykkara millum? Hann sýni við góðum atburði gerningar sínar í vísdóms spakføri. 14Men hava tit beiska øvund og illfýsni í hjarta tykkara, tá rósið tykkum ikki og ljúgvið ikki móti sannleikanum. 15Tann vísdómur kemur ikki omanfrá, men hann er av jørðini, náttúrligur, djevlaligur. 16Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag. 17Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur. 18Men rættferðar frukt verður sáað í friði fyri teimum, sum binda frið.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy