YouVersion Logo
Search Icon

Jesaja 66

66
Revsingarorð til tey gudleysu
1So sigur Harrin: «Himinin er mítt hásæti og jørðin fótskør mín; hvat hús kunnu tit tá reisa mær, og hvar er tann staður, ið vera kann bústaður mín? 2Hond mín hevur jú skapað alt hetta, so at tað er vorðið til, sigur Harrin. Men teir, sum eg líti til, eru hinir eymu, sum hava sundurbrotnan anda og skelva fyri orði mínum. 3Tann, sum slátrar oksa, er manndrápari, tann, sum ofrar lamb, hálsbrýtur hund, tann, sum framber grónoffur, ofrar svínablóð, tann, sum brennir roykilsi, signar skurðgud. Men eins og teir valdu sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra fekk yndi til hinar andstyggiligu gudar, 4soleiðis man eg velja teimum kvalir og lata tað, sum teir ræðast, koma yvir teir, av tí at teir ikki svaraðu, tá ið eg kallaði, og ikki lýddu á, tá ið eg talaði, men gjørdu tað, sum ilt var í mínum eygum og valdu tað, sum mær mislíkar.
Frelsan er nær
5Hoyrið orð Harrans, tit, ið skelva fyri orði hans! So siga brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum burtur fyri sakir navns míns: «Lat Harran birtast í dýrd síni, so at vit mega síggja gleði tykkara!» Men teir skulu verða til skammar. 6Hoyrið gnýið úr borgini, rómin úr templinum! Hoyrið, hvussu Harrin lønir fíggindum sínum fyri verk teirra! 7Hon føðir, áður enn verkirnir eru komnir; áður enn riðini eru á hana komin, eigur hon sveinsbarn. 8Hvør hevur hoyrt um tílíkt? Hvør hevur sæð slíkt? Verður nakað land í heimin borið eftir einum degi, ella verður nøkur tjóð fødd alt í einum? Men Zion hevur nú alt í einum havt verkir og føtt síni børn. 9Man eg opna móðurlív og síðan hindra føðing? sigur Harrin. Og man eg elva føðing og síðan loka móðurlívið? sigur Guð tín. 10Gleð teg, Jerúsalem! Fegnist um hana, allir, ið hana unna; ja, luttakið í gleði hennara, allir, ið nú bera sorg um hana, 11so at tit mega súgva av hugsvalandi barmi hennara og mettast, so at tit mega drekka og gøða tykkum av lívskveikjandi stálma hennara,
Harrin frelsir fólk sítt, men revsar fíggindar sínar
12tí at so sigur Harrin: «Sí, eg veiti til hennara frið eins og floymandi á og tjóðanna eyð eins og rennandi løk; smábørn hennara verða borin á mjødn og vaggað blítt í fangi. 13Eins og móðir uggar son sín, soleiðis man eg ugga tykkum; í Jerúsalem munnu tit ugga finna. 14Tit skulu síggja tað hjartansfegnir og bein tykkara grønskast eins og grasið. Harrans hond skal verða tænarum hansara kunn, men vreiðin fíggindum hans. 15Sí, Harrin kemur sum eldur; vagnar hansara eru sum hvirlur; hann letur bræði sína brenna og sýnir vreiði sína í geisandi loga. 16Tí at við eldi og svørði sínum skal Harrin halda dóm yvir øllum holdi, og mangir verða teir, ið Harrin fellir. 17Teir, ið halga og víga seg í lundum og fylgja einum, ið er við teimum, sum eta svínakjøt og kjøt av skriðdjórum og músum – teirra verk og hugsanir skulu verða til einkis, sigur Harrin.
Heidningar koma við Ísraelsmonnum heim
18Eg skal koma og savna tjóðir og allar tungur, og tá skulu tey koma og síggja dýrd mína. 19Eg geri tekin teirra millum og lati nakrar teirra komast undan til tjóðanna, til Tarsis, Pul, Lud, Mesjek, Rosj, Túbal, Jávan og til hini fjarløgdu oyggjalond, sum ikki hava hoyrt um meg og ikki sæð dýrd mína; teir skulu boða um dýrd mína tjóðanna millum. 20Og tá skulu teir koma við øllum brøðrum tykkara heim frá øllum tjóðum, sum offurgáva til Harrans – á hestum og á vagnum, á burðarstólum, á múldjórum og á kamelum til mítt heilaga fjall, til Jerúsalem, sigur Harrin, eins og tá ið Ísraelsmenn koma við offurgávum í reinum kerum til hús Harrans. 21Eisini av teimum skal eg skipa Levitaprestar, sigur Harrin.
Endi
22Tí at eins og hin nýggi himinin og hin nýggja jørðin, sum eg skapi, skulu standast fyri ásjón míni, sigur Harrin, soleiðis skal avkom og navn tykkara standast. 23Og hvønn mánað á tendringardegnum og hvørja viku á hvíludegnum skal alt hold koma og tilbiðja fyri ásjón míni, sigur Harrin. 24Og teir skulu ganga út og síggja ræini av teimum monnum, ið slitu trúnað við meg, tí at ormur teirra man ikki doyggja og eldur teirra ikki slokna; alt hold skal øtast yvir teir.

Currently Selected:

Jesaja 66: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy