YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 34

34
Deyði Mósesar
1Síðan gekk Móses av Móabsslættanum upp á Nebo fjallið dygst niðan á Pisga áraka Jeriko; haðan sýndi Harrin honum alt landið: Gilead alt at Dán, 2alt land Naftali, Efraims og Manasse, alt Júdaland at havinum fyri vestan, 3suðurlandið, Jórdanslættlendið og Jerikoláglendið, pálmaborgina alt at Zoar. 4Og Harrin segði við hann: «Hetta er tað landið, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, tá ið eg segði: Eftirkomarum tínum skal eg geva tað. Nú havi eg latið teg líta at tí við egnum eygum; men yvir hagar skalt tú ikki koma.» 5Síðan doyði Móses, tænari Harrans, har í Móabs landi, eins og Harrin hevði sagt. 6Og hann jarðaði hann í dalinum í Móabs landi tætt hjá Bet-Peor; og enn í dag veit eingin, hvar ið grøv hans er. 7Móses var eitt hundrað og tjúgu ára gamal, tá ið hann andaðist; men enn var sjón hans ikki viknað og lívsmegin ikki horvin. 8Og Ísraelsmenn syrgdu Móses á Móabsslættanum í tríati dagar, til harmadagarnir eftir Móses vóru at enda. 9Jósva Nunsson var fullur av vísdóms anda, av tí at Móses hevði lagt hendur sínar á hann. Og Ísraelsmenn lýddu hann og gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Minni hans
10Men ongantíð kom aftur í Ísrael tílíkur profetur sum Móses, ið Harrin kendi andlit til andlits, 11tá ið hugsað verður um øll tey tekin og undur, ið Harrin læt hann gera í Egyptalandi á Fárao og øllum tænarum hans og øllum landi hans, 12og um hina miklu megi og alt tað øgiliga og veldiga, sum Móses útinti fyri eygsjón als Ísraels.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 34: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy