YouVersion Logo
Search Icon

Hitt seinna almenna bræv Pæturs 3

3
Spottarar nokta afturkomu Krists; men eins og vatnflóðin kom, skal Harrin koma og heimurin ganga undir
1Hetta er nú annað brævið, sum eg skrivi til tykkara, elskaðu tit, og í teimum báðum havi eg við áminning roynt at vekja tykkara reina hug 2til at minnast tey orðini, sum áður eru talað av hinum heilagu profetunum, og tað boðið frá harranum og frelsaranum, sum ápostlar tykkara hava boðað; 3og hetta skulu tit tá fyrst vita, at í teimum døgunum skulu koma spottarar við spotti, sum ganga eftir sínum egnu lystum 4og siga: «Hvat verður úr fyrijáttanini um komu hansara? Tí at frá tí fedrarnir sovnaðu burtur, stendur alt við sama lag sum frá upphavi veraldarinnar.» 5Tí at við vilja gloyma teir tað, at himnar vóru til í forðum og ein jørð, sum var komin av vatni og upp úr vatni fyri Guðs orði, 6og fyri tí gekk eisini tann heimur, sum tá var, undir í vatnflóðini. 7Men teir himnar, sum nú eru, og jørðin verða fyri hesum sama orði goymd til eldin og verða hildin uppi inntil tann dag, tá ið gudleys menniskju skulu verða dømd og týnd. 8Men hetta eina mega tit ikki gloyma, elskaðu tit, at ein dagur er hjá Harranum sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. 9Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. 10Men Harrans dagur skal koma eins og tjóvur; og tá skulu himnarnir ganga undir við miklum duni, og eldur skal koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin og øll tey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp.
Áminning um heilaga atferð og um at vara seg fyri falslærarum, sum reingja brøv Paulusar
11Tá ið nú alt hetta verður skilt sundur, hvør eiga tit ikki tá at hava eina heilaga atferð og gudsótta, 12meðan tit vænta og skunda undir, at Guðs dagur skal koma, sum skal gera, at himnarnir skiljast sundur í eldi, og eldur kemur í frumevnini, so at tey bráðna. 13Men vit vænta eftir fyrijáttan hansara nýggjar himnar og eina nýggja jørð, har sum rættvísi býr. 14Við tað at tit nú vænta hetta, elskaðu tit, tá leggið tykkum eina við, at tit mega verða funnir lýtaleysir og óspiltir frammi fyri honum í friði, 15og haldið langmóð várs harra fyri frelsu; soleiðis sum eisini Paulus, okkara elskaði bróðir, hevur skrivað til tykkara eftir tí vísdómi, sum honum er givin, 16líkasum hann eisini ger í øllum brævum sínum, tá ið hann í teimum talar um hesar lutir; í teimum er sumt torskilið, sum ókønir og støðuleysir brongla, soleiðis sum teir eisini gera við aðrar skriftir sær sjálvum til undirgangs. 17Tá ið tit nú, elskaðu tit, vita hetta frammanundan, tá varið tykkum fyri, at tit ikki skulu verða drignir við av hinum óryggjuligu í teirra villu og falla frá tykkara egnu føstu støðu; 18men vaksið í náði og kunnskapi várs harra og frelsara Jesu Krists. Honum veri dýrdin bæði nú og til ævigar tíðir! Amen.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy