YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 3

3
Trúarflokkarnir í Korint eru prógv um andliga ómenning
1Og eg, brøður, kundi ikki tala við tykkum sum við andligar, men sum við holdligar, sum við nýføðingar í Kristi. 2Mjólk gav eg tykkum at drekka, ikki tuggumat; tí at enn toldu tit tað ikki, ja, tit tola tað heldur ikki enn. 3Tí at tit eru enn holdligir. Tí at tá ið øvund og trætnaður er tykkara millum, eru tit tá ikki holdligir og fara at á manna vísi? 4Tí at tá ið ein sigur: «Eg eri í parti Paulusar,» og annar: «Eg eri í parti Ápollosar,» eru tit tá ikki menniskjur?
Paulus og Ápollos eru bert tænarar og starvsfelagar Guðs, tó hvør við síni ábyrgd
5Hvat er tá Ápollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum fingu tykkum til at taka við trúgv, og tað eftir sum Harrin gav hvørjum fyri seg. 6Eg setti niður, Ápollos vætti, men Guð gav vøkst. 7So er tá hvørki tann nakað, sum setir niður, ella tann, sum vætir, men Guð, sum gevur vøkst. 8Men tann, sum setir niður, og tann, sum vætir, eru eitt; men ein og hvør skal fáa sína egnu løn eftir sínum egna arbeiði. 9Tí at Guðs starvsfelagar eru vit; Guðs akurlendi, Guðs bygningur eru tit.
Paulus undirstrikar ábyrgdina
10Eftir teirri Guðs náði, sum mær er givin, havi eg sum ein kønur húsasmiður lagt grundvøll; men annar byggir omaná; men ein og hvør gevi gætur, hvussu hann byggir omaná. 11Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus. 12Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm, 13tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt; tí at dagurin skal sýna tað, av tí at hann verður opinberaður við eldi; og hvussu verkið hjá einum og hvørjum er, tað skal eldurin prógva. 14Um verkið hjá einumhvørjum, sum hann bygdi omaná, verður standandi, tá skal hann fáa løn. 15Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi. 16Vita tit ikki, at tit eru Guðs tempul, og at andi Guðs býr í tykkum? 17Um einhvør oyðir Guðs tempul, tá skal Guð oyða hann; tí at heilagt er Guðs tempul, og tað eru tit.
Paulus minnir á ikki at byggja á egnan vísdóm ella á menniskjur
18Eingin svíki seg sjálvan! Um einhvør tykist vera vísur tykkara millum í hesum heimi, hann verði ein dári, fyri at hann kann verða vísur! 19Tí at vísdómurin, sum hoyrir hesum heimi til, er dárskapur hjá Guði; tí at skrivað stendur: «Hann er tann, sum fangar hinar vísu í falsi teirra.» 20Og aftur: «Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.» 21Tí rósi eingin sær av menniskjum, tí at alt er tykkara; 22hvørt tað so er Paulus, ella Ápollos, ella Kefas, ella heimur, ella lív, ella deyði, ella hitt verandi, ella hitt komandi, alt er tykkara; 23men tit eru Krists, men Kristus er Guðs.

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy