Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 49

49
Jákup boðar forløg sona sína
1Tá kallaði Jákup synir sínar til sín og segði: «Savnist her, so skal eg kunngera tykkum tað, sum tykkum verður fyri í komandi tíðum. 2Komið higar og gevið ljóð, tit synir Jákups; lýðið á Ísrael, faðir tykkara! 3Ruben, tú mín frumgitni sonur, kraft mín og fyrsti alvi, fremstur í tign og fremstur í mátti! 4Men fyri títt brúsandi bráðlyndi skalt tú ikki vera fremstur; tí at tú steig upp í legu faðirs tíns – tá gjørdi tú illa – upp í hjúnalegu mína steig hann. 5Símeon og Levi eru brøður, valdsamboð eru vápn teirra. 6Sál mín komi ikki í samlag teirra; sømd mín havi ikki felagsskap við samkomu teirra, tí at í vreiði drópu teir menn, og av bráðræsi kvettu teir hælsinur oksanna. 7Bølbiðin verði vreiði teirra, tí at hon var mikil og bræði teirra, tí at hon brann! Eg spjaði teir í Jákupi og sundri teir í Ísrael! 8Júda, teg skulu brøður tínir tigna; hond tín skal taka fíggindar tínar í nakkan; tær skulu synir faðirs tíns lúta. 9Ljónshvølpur er Júda; frá ráni tú rísur, sonur mín. Hann legst á ból og rembist eins og ljónið, eins og kvennljónið; hvør torir at reka hann upp? 10Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. 11Hann bindur við víntræið asna sín, við víngreinina asnafolan; í víni tváar hann klæði síni, í vínberjablóði møttul sín, 12við eygum kámum av víni og tonnum hvítum av mjólk. 13Zebulon býr við sævarstrond, við strondina, har skipini hølast; og land hansara røkkur at Zidon. 14Issakar, hin beinmikli asni, ið liggur og rembist í kvíggjum sínum; 15hann sá, at hvíldin var góð og landið yndisligt; tí boygdi hann herðar sínar undir byrðar og varð knuggandi trælur. 16Dán veitir fólki sínum rætt eins væl og nøkur Ísraels ætt. 17Dán veri ormur við vegin, høggormur á gøtuni, ið bítur hestin í hælsinurnar, so reiðmaðurin dettur afturav! 18Á frelsu tína troysti eg, Harri! 19Gád, á hann herja ránsflokkar; men hann vegur teir, meðan teir flýggja. 20Ásjer – feit er føðsla hans; hann veitir kongakrásir. 21Naftali er hind, ið sloppin er leys; hann mælir fagurlátum orðum. 22Jósef er ungur aldinviður, ungur aldinviður við kelduvað; greinar hans toyggja seg upp um garðin. 23Ørvagarpar ráddust á hann, skutu eftir honum og søktu at honum. 24Men stinnur var bogi hans og armar hansara sterkir; hesin máttur kom frá Jákups veldiga, hirðanum, Ísraels kletti, 25frá Guði, føður tíns – hann hjálpi tær; frá hinum alvalda – hann signi teg við signing himinsins í erva og við signing djúpsins í neðra, við signing brósta og móðurlívs. 26Signingar føður tíns bera av signingum hinna ævigu fjalla, bera av dýrd hinna elligomlu heyggja; komi tær yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! 27Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann bráð, um kvøldið býtir hann aftur herfong sundur.» 28Hesar eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, sum faðir teirra segði við teir. Og hann vælsignaði hvønn teirra við teirri signing, sum hóskaði teimum.
Jákup andast
29Og hann beyð teimum og segði við teir: «Eg savnist nú til frænda mína; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á jarðarstykki Efrons Hetita, 30í hellinum á Makpela-vøllum áraka Mamre í Kánáanlandi, í teirri jørðini, sum Ábraham keypti frá Efroni Hetita, til at jarða í. 31Har jarðaðu teir Ábraham og Sáru, konu hansara, har jarðaðu teir Ísak og Rebekku, konu hansara, og har jarðaði eg Leu. 32Jørðin og hellið har varð keypt frá Hetitum.» 33Tá ið Jákup hevði lokið hesum fyriskipanum við synir sínar, dró hann føturnar upp í leguna; síðan andaðist hann og savnaðist til fedra sína.

Currently Selected:

Genesis 49: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti