Logotip YouVersion
Search Icon

Genesis 26

26
Ísakur í Gerar; hann fær fyrijáttan
1Nakað eftir hetta varð hallár í landinum – eitt annað enn hitt fyrra á døgum Ábrahams. Og Ísakur fór til Ábimelek, kong Filista, í Gerar. 2Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Far ikki til Egyptalands, men verð búgvandi í tí landi, sum eg sigi tær! 3Búgv tú sum útiseti her í landinum, so skal eg vera við tær og vælsigna teg; tí at tær og eftirkomarum tínum skal eg geva øll hesi lond og evna tann eið, sum eg svór Ábrahami, faðir tínum; 4eg skal lata avkom títt verða fjølment eins og stjørnur himinsins og gevi eftirkomarum tínum øll hesi lond; og av avkomi tínum munnu allar tjóðir á fold fáa signing, 5aftur fyri at Ábraham var rødd míni lýðin og varðveitti rættarreglur, boðorð og fyriskipanir mínar og lóg mína.» 6Ísakur varð tá búgvandi í Gerar. 7Tá ið nú menninir har á staðnum komu at fregnast um konu hansara, segði hann, at hon var systir hansara, tí at hann tordi ikki at siga, at hon var kona hansara av ótta fyri, at menninir har á staðnum skuldu drepa hann vegna Rebekku, tí at hon var sera fríð á at líta. 8Men tá ið hann hevði búð har eina tíð, bar so á, at Ábimeleki, kongi Filista, var hyggjandi út um gluggan; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við Ísak, sum sat og kíndi Rebekku, konu síni. 9Tá rópaði Ábimelek á Ísak: «Sí, so er hon kortini kona tín! Hví segði tú tá, at hon var systir tín?» Ísakur svaraði: «Av tí at eg helt meg fara at týna lívið hennara vegna.» 10Tá segði Ábimelek: «Hví hevur tú gjørt okkum hetta? Einhvør av fólkinum kundi jú lættliga verið lagstur hjá konu tíni og tú soleiðis fingið okkum í syndasekt!» 11Síðan beyð Ábimelek øllum fólkinum og mælti: «Hvør tann, ið nertur henda mann og konu hansara, skal vissuliga bøta við lívinum!»
Klandur við Filistar um brunnar
12Síðan sáaði Ísakur har í landinum og heystaði sama árið hundraðfalt; og Harrin vælsignaði hann, 13so at eyður hansara vaks í hvørjum, til hann var av ríkastu monnum. 14Hann átti fylgi av smalum og fylgi av stórdýrum og nógvar trælir, so at Filistar øvundaðu hann. 15Tá tóku Filistar og tiptu allar teir brunnar, ið húskallar faðirs hans høvdu grivið á døgum Ábrahams, faðirs hans, og fyltu teir við mold. 16Og Ábimelek mælti við Ísak: «Far frá okkum, tí at tú ert vorðin okkum ov máttugur!» 17Tá fór Ísakur haðan og setti upp búðir sínar í Gerardali og búði har. 18Men Ísakur læt aftur grava út teir brunnar, sum húskallar Ábrahams, faðirs hans, høvdu grivið, og sum Filistar høvdu tipt, eftir at Ábraham var deyður; og hann gav teimum somu nøvn, sum faðir hans hevði givið teimum. 19Tá ið nú húskallar Ísaks gróvu har í dalinum, komu teir fram á brunn við rennandi vatni. 20Men tá gjørdu hirðarnir í Gerar seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: «Hetta vatnið eiga vit!» Og hann nevndi brunnin Esek, tí at har høvdu teir klandrast við hann. 21Síðan gróvu teir annan brunn; men eisini um hann klandraðust teir. Hann nevndi hann Sitna. 22Tá fór hann burtur haðan og gróv annan brunn; um hann stóðst einki klandur; og hann nevndi hann Rehobot og segði: «Nú hevur Harrin rúmkað fyri okkum, so at vit mega fjølgast í landinum.»
Ísakur fer til Beersjebu
23Haðan fór hann so niðan til Beersjebu. 24Somu nátt birtist Harrin fyri honum og segði: «Eg eri Guð Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg skal vælsigna teg og fjølga avkom títt fyri sakir Ábrahams, tænara míns.» 25Tá reisti hann altar har og ákallaði navn Harrans, og hann setti har tjald sítt; og har gróvu húskallar Ísaks brunn.
Ísakur ger sáttmála við Ábimelek
26Tá kom Ábimelek til hansara frá Gerar við Áhuzzati, vini sínum, og Píkoli, herhøvdinga sínum. 27Men Ísakur segði við teir: «Hví koma tit til mín, tá ið tit kortini hata meg og hava rikið meg burtur frá tykkum?» 28Teir svaraðu honum: «Vit hava týðiliga sæð, at Harrin er við tær; tí hugsaðu vit at fáa eiðargerð í lag millum okkara og tín og gera sáttmála við teg, 29til tess at tú ikki skalt meina okkum, ið ikki hava nortið teg, men einans gjørt væl ímóti tær og latið teg fara í friði; tí at tú ert vælsignaður av Harranum.» 30Tá gjørdi hann veitslu fyri teimum; og teir ótu og drukku. 31Snimma morgunin eftir gjørdu teir eiðir sín ámillum; síðan fylgdi Ísakur teimum á leið; og skildust teir tá við hann í friði. 32Sama dag komu húskallar Ísaks og søgdu honum frá tí brunni, sum teir høvdu grivið og mæltu við hann: «Vit hava funnið vatn.» 33Og hann nevndi hann Sjiba, tí eitur bygdin Beersjeba enn í dag.
Konur Esavs
34Tá ið Esav var fjøruti ára gamal, tók hann sær tvær konur, Judit, dóttur Beeri Hetita, og Básemat, dóttur Elons Hetita. 35Hetta neit Ísaki og Rebekku í hjartað.

Currently Selected:

Genesis 26: FB

Označeno

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion za prilagajanje tvoje izkušnje uporablja piškotke. Z uporabo našega spletnega mesta se strinjaš z našo uporabo piškotkov, kot je opisano v naši Politiki zasebnosti