Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7
7
Hin trúgvandi, ið eigur lut í deyða Krists, er deyður frá lógini
1Ella vita tit ikki, brøður, – tí at eg tali her til teirra, sum kenna lóg – at lógin ræður yvir manninum, so leingi sum hann livir? 2Tí at hin gifta konan er við lógini bundin til mann sín, meðan hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini, sum bindur hana til mannin. 3Tí skal hon verða kallað horkona, um hon, meðan maðurin livir, verður annars mans kona; men doyr maðurin, er hon leys frá lógini, so at hon ikki er horkona, um hon verður annars mans kona. 4Soleiðis, brøður mínir, doyðu eisini tit frá lógini við likami Krists, fyri at tit skuldu tilhoyra einum øðrum, honum, sum varð reistur upp frá deyðum, til tess at vit mega bera Guði ávøkst. 5Tí at tá ið vit vóru í holdinum, virkaðu syndagirndirnar, sum vórðu vaktar við lógini, soleiðis í limum okkara, at vit bóru deyðanum ávøkst; 6men nú eru vit leys frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum vit áður vóru bundin í, so at vit tæna í nýggja lagi andans og ikki í forna lagi bókstavsins.
Lógin, sum er heilag í sjálvari sær, nørir um syndina, sum fær teg til at gera tað, sum tú ikki vilt
7Hvat eiga vit tá at siga? Er lógin synd? Á ongum sinni. Men eg kendi ikki syndina uttan av lógini; tí at eg hevði ikki vitað um girndina, hevði ikki lógin sagt: «Tú skalt ikki girnast.» 8Men tá ið syndin tók tilevni av boðorðinum, elvdi hon alskyns girnd fram í mær; tí at uttan lóg er syndin deyð. 9Eg livdi einaferð uttan lóg; men tá ið boðorðið kom, livnaði syndin við, 10men eg doyði; og boðorðið, sum var til lívs, tað royndist mær at vera til deyða. 11Tí at syndin tók sær tilevni av boðorðinum og tøldi meg og drap meg við tí. 12Soleiðis er tá lógin heilag, og boðorðið heilagt og rættvíst og gott. 13Er tá hitt góða vorðið mær til deyða? Á ongum sinni! Men tað var syndin, til tess at hon skuldi vísa seg at vera synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyða, – fyri at syndin við boðorðinum skuldi verða reiðuliga syndig. 14Tí at vit vita, at lógin er andlig; men eg eri holdligur, seldur undir syndina. 15Tí at eg skilji ikki, hvørjum eg havist at; tí at tað, sum eg vil, tað geri eg ikki, men tað, sum eg hati, tað geri eg. 16Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá gevi eg lógini viðhald í tí, at hon er góð. 17Men nú eri tað ikki longur eg, sum geri hetta, men syndin, sum í mær býr. 18Tí at eg veit, at ikki býr nakað gott í mær, tað er í holdi mínum; tí at vilja er mær einki fyri, men at útinna hitt góða eri eg ikki mentur. 19Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg. 20Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá eri tað ikki longur eg, sum útinni tað, men syndin, sum í mær býr. 21Soleiðis finni eg tá ta lóg fyri meg, sum vil gera hitt góða, at hitt illa fellur mær lætt. 22Tí at eg havi hug í Guðs lóg samsvarandi míni innari menniskju; 23men eg síggi aðra lóg í limum mínum, sum stríðist móti lóg huga míns og hertekur meg undir lóg syndarinnar, sum er í limum mínum. 24Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami? 25Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara! – So tæni eg tá sjálvur lóg Guðs við huganum, men lóg syndarinnar við holdinum.
Tällä hetkellä valittuna:
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: