Ápostlasøgan 17
17
Paulus boðar Krist í Tessalóniku
1Men tá ið teir høvdu ferðast gjøgnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jødar høvdu samkomuhús. 2Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, 3og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: «Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.» 4Og nakrir av teimum vórðu sannførdir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum. 5Men yvri kom í Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjørdu uppstig og loyptu staðin í røring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at føra teir út til fólkið. 6Men tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býarstýrið og rópaðu: «Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru nú eisini komnir higar. 7Og Jason hevur tikið móti teimum, og allir hesir menn gera beint móti boðum keisarans, við tað at teir siga, at ein annar er kongur, og tað er Jesus.» 8Og teir loyptu ræðslu á mannamúgvuna og býarstýrið, sum hoyrdi hetta. 9Og tá ið teir høvdu tikið veður fyri Jason og hinar, lótu teir teir sleppa.
Paulus boðar Krist í Berøu
10Og við tað sama sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Berøu, og tá ið teir vóru komnir hagar, fóru teir inn í samkomuhúsið hjá Jødum. 11Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis. 12Mangir av teimum tóku tá við trúgv og ikki fá av hábornum grikskum kvinnum og monnum. 13Men tá ið Jødarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Berøu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her røring og øsing í mannamúgvurnar.
Paulus boðar Krist í Aten
14Men alt fyri eitt sendu tá brøðurnir Paulus avstað, at hann skuldi halda leiðini líka at havinum; men bæði Silas og Timoteus vórðu verandi eftir har. 15Men teir, sum fluttu Paulus, førdu hann líka til Aten, og tá ið teir høvdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað. 16Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum. 17Hann talaði tí í samkomuhúsinum við Jødarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvønn dag við teir, sum hann har hitti við. 18Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir søgdu: «Hvat man hasin geiparin hava at siga?» og aðrir hildu fyri: «Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;» av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina. 19Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og søgdu: «Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? 20Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.» 21Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt. 22Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: «Atenmenn, eg síggi, at tit í øllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. 23Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: «Ókunnum gudi.» Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum: 24Guð, sum gjørdi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjørdum við hondum; 25ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið tørvur á nøkrum, tí at hann sjálvur gevur øllum lív og anda og allar lutir. 26Og hann hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, 27so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum; 28tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nøkur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: «Tí at vit eru eisini hans ætt.» 29Men við tað at vit eru Guðs ætt, tá mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjørdari av manna hegni og hugsan. 30Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey øll allar staðir skulu venda um, 31við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.» 32Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir søgdu: «Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.» 33So statt fór Paulus burtur frá teimum. 34Men nakrir menn, sum hildu sær til hansara, tóku trúgv; teirra millum var eisini Dionýsius, ein av ráðsmonnunum á Areopagos, og ein kona, Damaris at navni, og onnur við teimum.
Tällä hetkellä valittuna:
Ápostlasøgan 17: FB
Korostus
Kopioi
Vertaa
Jaa
Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: