1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:25
BÍBLIA
FB
Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara! – So tæni eg tá sjálvur lóg Guðs við huganum, men lóg syndarinnar við holdinum.
Vertaa
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:25
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:18
Tí at eg veit, at ikki býr nakað gott í mær, tað er í holdi mínum; tí at vilja er mær einki fyri, men at útinna hitt góða eri eg ikki mentur.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:18
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:19
Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:19
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:20
Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá eri tað ikki longur eg, sum útinni tað, men syndin, sum í mær býr.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:20
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:21-22
Soleiðis finni eg tá ta lóg fyri meg, sum vil gera hitt góða, at hitt illa fellur mær lætt. Tí at eg havi hug í Guðs lóg samsvarandi míni innari menniskju
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:21-22
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:16
Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá gevi eg lógini viðhald í tí, at hon er góð.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 7:16