1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:20-21
BÍBLIA
FB
Men um fyrijáttan Guðs ivaðist hann ikki í vantrúgv, heldur styrknaði hann í trúnni, við tað at hann gav Guði æruna, og var fullvísur í tí, at tað, sum hann hevði lovað, var hann eisini mentur at gera.
Vertaa
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:20-21
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:17
sum skrivað stendur: «Eg havi sett teg at vera faðir at mongum fólkasløgum,» – frammi fyri ásjón Guðs, sum hann trúði á, hann sum ger hini deyðu livandi, og kallar tað, sum ikki er til, sum var tað til.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:17
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:25
hann sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:25
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:18
Hann trúði móti vón við vón, at hann skuldi verða faðir at mongum fólkasløgum, samsvarandi tí, sum sagt var: «Soleiðis skal avkom títt verða.»
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:18
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:16
Tí er tað av trúgv, fyri at tað skuldi vera sum ein náði, so at fyrijáttanin kundi standa óvikandi fyri øllum avkominum, ikki bert fyri tí, sum hevur lógina, men eisini fyri tí, sum hevur trúgv Ábrahams, hann sum er faðir at okkum øllum,
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:16
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:7-8
«Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.»
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:7-8
7
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:3
Tí at hvat sigur skriftin? «Men Ábraham trúði Guði og tað varð roknað honum til rættvísi.»
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 4:3