1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:2
BÍBLIA
FB
og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna.
Vertaa
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:2
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:1
So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:1
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:12
Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:12
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:21
Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum!
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:21
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:10
Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:10
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:9
Kærleikin veri falsleysur; havið andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:9
7
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:18
Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:18
8
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:19
Hevnið tykkum ikki sjálvar, elskaðu tit, men latið vreiðina sleppa framat; tí at skrivað stendur: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin.»
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:19
9
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:11
Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum!
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:11
10
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:3
Tí at við teirri náði, sum mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa, men heldur hugsa við skynsemi, alt eftir sum Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:3
11
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:17
Gjaldið ongum ilt fyri ilt; leggið tykkum eina við tað, sum gott er fyri alra manna ásjón.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:17
12
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:16
Verið samhugaðir hvør við annan; tráið ikki eftir tí høga, men haldið tykkum at tí lága; verið ikki klókir í tykkum sjálvum!
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:16
13
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:20
Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka, tí at við tað at tú gert hetta, savnar tú eldgløður á høvur hans.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:20
14
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:14-15
Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! Gleðist við glaðum, grátið við grátandi!
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:14-15
15
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:13
Sýnið samhug við hini heilagu í tí, sum teimum er tørvur á; leggið tykkum eina við gestablídni.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:13
16
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:4-5
Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum.
Tutki Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12:4-5