1
Filippibrævið 4:6
BÍBLIA
FB
Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk
Vertaa
Tutki Filippibrævið 4:6
2
Filippibrævið 4:7
og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Tutki Filippibrævið 4:7
3
Filippibrævið 4:8
Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga!
Tutki Filippibrævið 4:8
4
Filippibrævið 4:13
Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.
Tutki Filippibrævið 4:13
5
Filippibrævið 4:4
Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum!
Tutki Filippibrævið 4:4
6
Filippibrævið 4:19
Men Guð mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
Tutki Filippibrævið 4:19
7
Filippibrævið 4:9
Tað, sum tit bæði hava lært og tikið við og hoyrt og sæð til mín, gerið tað, og Guð friðarins skal vera við tykkum.
Tutki Filippibrævið 4:9
8
Filippibrævið 4:5
Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd!
Tutki Filippibrævið 4:5
9
Filippibrævið 4:12
Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava almikið; í øllum viðurskiftum og í øllum lutum havi eg lært tað loyndarmál bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava almikið og at hava trot.
Tutki Filippibrævið 4:12
10
Filippibrævið 4:11
Hetta sigi eg ikki av teirri grund, at mær hevur trotið; tí at eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi.
Tutki Filippibrævið 4:11