1
Evangeliið eftir Markus 10:45
BÍBLIA
FB
Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»
Vertaa
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:45
2
Evangeliið eftir Markus 10:27
Jesus hugdi upp á teir og sigur: «Hjá monnum er tað ógjørligt, men ikki hjá Guði; tí at alt er gjørligt hjá Guði.»
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:27
3
Evangeliið eftir Markus 10:52
Men Jesus segði við hann: «Far tú avstað, trúgv tín hevur frelst teg!» Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum á leið.
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:52
4
Evangeliið eftir Markus 10:9
Tað, sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.»
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:9
5
Evangeliið eftir Markus 10:21
Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: «Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!»
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:21
6
Evangeliið eftir Markus 10:51
Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Hvat vilt tú, at eg skal gera tær?» Men hin blindi segði við hann: «Rabbuni, at eg má fáa sjón mína aftur!»
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:51
7
Evangeliið eftir Markus 10:43
Men soleiðis er ikki hjá tykkum; men tann, ið vil verða stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:43
8
Evangeliið eftir Markus 10:15
Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.»
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:15
9
Evangeliið eftir Markus 10:31
Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.»
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:31
10
Evangeliið eftir Markus 10:6-8
men frá upphavi skapanarinnar skapaði hann tey kall og konu. Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,] og tey bæði skulu verða eitt hold. So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold.
Tutki Evangeliið eftir Markus 10:6-8