1
Hebrearabrævið 4:12
BÍBLIA
FB
Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Vertaa
Tutki Hebrearabrævið 4:12
2
Hebrearabrævið 4:16
Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!
Tutki Hebrearabrævið 4:16
3
Hebrearabrævið 4:15
Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd.
Tutki Hebrearabrævið 4:15
4
Hebrearabrævið 4:13
Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri.
Tutki Hebrearabrævið 4:13
5
Hebrearabrævið 4:14
Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina!
Tutki Hebrearabrævið 4:14
6
Hebrearabrævið 4:11
Latum okkum tí royna alt tað vit kunnu at ganga inn til hina hvíldina, fyri at ikki nakar skal falla av sama ólýdnis fyridømi.
Tutki Hebrearabrævið 4:11