1
Hebrearabrævið 2:18
BÍBLIA
FB
Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað.
Vertaa
Tutki Hebrearabrævið 2:18
2
Hebrearabrævið 2:14
Av tí at nú børnini eiga lut í holdi og blóði, tá fekk hann eisini á líka hátt lut í tí, fyri at hann við deyðanum skuldi gera tann máttleysan, sum hevur deyðans veldi, tað er djevulin
Tutki Hebrearabrævið 2:14
3
Hebrearabrævið 2:1
Tí eiga vit tess meira at gáa eftir tí, sum vit hava hoyrt, fyri at vit ikki skulu reka burtur av leið.
Tutki Hebrearabrævið 2:1
4
Hebrearabrævið 2:17
Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir.
Tutki Hebrearabrævið 2:17
5
Hebrearabrævið 2:9
men hann, sum varð gjørdur lítið lægri enn einglarnir, Jesus, hann síggja vit fyri líðing deyðans krýndan við dýrd og æru, fyri at hann við Guðs náði skuldi smakka deyðan fyri allar.
Tutki Hebrearabrævið 2:9