1
Ápostlasøgan 20:35
BÍBLIA
FB
Í øllum lutum sýndi eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og vera teimum veiku til hjálpar og minnast orð Harrans Jesu, at hann sjálvur hevur sagt: «Sælari er at geva enn at taka.» »
Vertaa
Tutki Ápostlasøgan 20:35
2
Ápostlasøgan 20:24
Men eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guðs náði.
Tutki Ápostlasøgan 20:24
3
Ápostlasøgan 20:28
Gevið gætur um tykkum sjálvar og um alt tað fylgið, sum heilagi andin hevur sett tykkum sum tilsjónarmenn fyri, til at røkta Harrans kirkjulið, sum hann hevur vunnið sær við sínum egna blóði.
Tutki Ápostlasøgan 20:28
4
Ápostlasøgan 20:32
Og nú gevi eg tykkum yvir til Guðs og náðiorðs hansara, hann sum er mentur at uppbyggja tykkum og geva tykkum arvalut saman við øllum teimum, sum halgað eru.
Tutki Ápostlasøgan 20:32