1
Seinna Tessalónikubrævið 2:3
BÍBLIA
FB
Latið ongan villa tykkum á nakran hátt; tí at fyrst má jú fráfallið koma, og syndarinnar maðurin verða opinberaður, glatunnar sonurin
Vertaa
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:3
2
Seinna Tessalónikubrævið 2:13
Men tað er skylda okkara altíð at takka Guði fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Guð frá upphavi hevur valt tykkum út til frelsu við halgan andans og trúgv á sannleikan
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:13
3
Seinna Tessalónikubrævið 2:4
hann sum setir seg ímót og hevjar seg upp yvir alt, sum kallast Guð ella halgidómur, so at hann setir seg í Guðs tempul og sigur seg sjálvan vera Guð.
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:4
4
Seinna Tessalónikubrævið 2:16-17
Men sjálvur harri vár, Jesus Kristus, og Guð, faðir vár, sum elskaði okkum og gav okkum í náði æviga troyst og góða vón, hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í einum og hvørjum góðum verki og orði!
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:16-17
5
Seinna Tessalónikubrævið 2:11
Og tí sendir Guð teimum kraftmikla villing, so at tey trúgva lygnini
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:11
6
Seinna Tessalónikubrævið 2:9-10
og koma hansara fer fram samsvarandi Sátans kraft við alskyns mátti og teknum og undrum av lygnini og við alskyns svikum av órættvísini fyri tey, sum glatast, av tí at tey ikki tóku við kærleikanum til sannleikan, so at tey kundu verða frelst.
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:9-10
7
Seinna Tessalónikubrævið 2:7
Tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av veginum
Tutki Seinna Tessalónikubrævið 2:7