YouVersion Logo
Search Icon

Harmljóðini 1

1
Fyrsti songur
1Hvør situr hon eina, hin áður fjølbygda borgin – hin máttuga tjóðanna millum situr nú sum einkja, ráddi fyri londum, og nú má hon træla. 2Um nætur hon sáran grætur, tárini streyma henni á kinn, av øllum hennara ástvinum eingin hana uggar, allir hennara vinir hana sviku og gjørdust fíggindar hennara. 3Júda er av landi farin fyri eymd og tungum oki; hon býr nú heidninganna millum, men finnur ongan hvíldarstað; allir hennara atsøkjarar fingu hana aftur, har vegir tóku at treingjast. 4Vegirnir til Zion syrgja, av tí at eingir koma at halda hátíð. Øll hennara lið liggja oyðin, prestarnir suffa, moyggjarnar eru nívdar niður, og sjálv hevur hon beiska sorg. 5Atsøkjarar hennara hava tikið ræðið, fíggindar hennara sita í trygdum, tí at Harrin nívdi hana fyri hennara mongu misbrot; fyri kúgaranum máttu børn hennara í útlegd fara. 6Burtur hvarv frá Zions dóttur alt hennara skreyt, høvdingar hennara vórðu hjørtum líkir, ið einki beitilendi finna, máttleysir rýmdu teir undan atsøkjarum sínum.
7Á eymdardøgum og í heimloysi sínum mintist Jorsalborg á allar teir dýrgripir, sum hon áður hevði átt; tá ið fólk hennara fell í fígginda hendur, kom eingin til hjálpar, og fíggindar hennara hugdu at við látri, tá ið hon fór í sor. 8Stórliga hevur Jorsalborg syndað, tí er hon vorðin til skemdar; øllum, ið heiðraðu hana, stóðst við hana, tí at teir sóu nakni hennara; sjálv má hon stynja og vendir sær burtur. 9Hennara óreinska loðar við klædnafald hennara, ikki hon hugsaði um endalykt sína; øgiliga djúpt er hon fallin, eingin kom hana at ugga. Sí, Harri, eymd mína, tí at fíggindin brettir sær á. 10Kúgarin rætti út hond sína eftir øllum dýrgripum hennar; ja, heidningarnar sá hon fara inn í halgidóm sín, teir, ið tú hevði sýtt at koma í savnað tín. 11Alt fólk hennar stynur, leitar eftir føðslu; dýrgripir sínar tey góvu fyri mat til tess at bjarga sínum lívi. Sí, Harri, hygg hvussu vanvird eg eri! 12Øll tit, ið koma framvið, hyggið og síggið, um nakar veit um tílíka kvøl sum hana, ið meg hevur rámað, meg, sum Harrin nívdi á degi sínum, tá ið vreiðin brann. 13Av hæddum sendi hann eld, ið sló niður í bein míni, legði net fyri føtur mínar, rak meg aftur, gjørdi meg oydna, sjúka tann líðilanga dag. 14Ok synda mína bant hann við hond síni, legði tað mær á herðar, breyt mína megi; Harrin gav meg upp í hendur teirra, sum eru mær yvirmentir. 15Harrin hevur havnað øllum hetjum mínum, ið hjá mær vóru; boðið til hátíðarveitslu móti mær til tess at oyða ungmenni míni; vínfargið tróð hann til dóms yvir moynna, Júda dóttur. 16Yvir hetta má eg gráta; eygu míni flóta í tárum, tí at fjart frá mær er uggarin, ið lívga kundi sál mína; farin eru børn míni, tí at fíggindin var ov sterkur.
17Zion rættir út hendur sínar, eingin hana uggar; Harrin beyð út ímóti Jákupi fíggindum hans alt íkring; Jorsalborg er vorðin til skemdar ímillum teirra. 18Rættvísur er hann, Harrin, tí at eg treiskaðist móti boði hans. Á, hoyrið allar tjóðir, síggið mína kvøl! Moyggjar mínar og ungmenni fóru burtur í útlegd. 19Eg heitti á ástvinir mínar, teir sviku meg; prestar mínir og ellismenn andaðust í borgini; tí at eftir føðslu teir leitaðu, men einki teir funnu. 20Sí, Harri, hvussu trongd eg eri, barmur mín bylgist, hjartað leikar mær í brósti, av tí at eg treiskaðist; úti gjørdi svørðið meg barnleysa, inni drepsóttin. 21Hoyr, hvussu eg stynji, eingin meg uggar. Fíggindarnir spurdu ógævu mína, gleddust við, at tú hetta hevði gjørt. Lat koma tann dag, sum tú boðaði, verði teimum fyri tað sama, sum mær. 22Lat allan illskap teirra koma fyri ásjón tína; far við teimum eins og tú fórt við mær fyri øll míni misbrot! Ja, mikil er mín stynjan, mítt hjarta er sjúkt.

Currently Selected:

Harmljóðini 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy