YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 18

18
Jesus svikin og tikin
1Tá ið Jesus hevði sagt hetta, gekk hann út við lærusveinum sínum og yvir um løkin Kedron, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í og lærusveinar hansara. 2Men eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum. 3Tá tók Judas vaktarmenninar og nakrar sveinar frá høvuðsprestunum og Farisearunum við sær og kemur hagar við kyndlum og lompum og vápnum. 4Tá ið Jesus nú visti alt, sum koma skuldi yvir hann, gekk hann fram og segði við teir: «Hvørjum leita tit eftir?» 5Teir svaraðu honum: «Eftir Jesusi úr Nazaret.» Jesus sigur við teir: «Tað eri eg.» Men eisini Judas, sum sveik hann, stóð har hjá teimum. 6Tá ið hann nú segði við teir: «Tað eri eg,» hopaðu teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. 7Hann spurdi teir tá aftur: «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu: «Eftir Jesusi úr Nasaret.» 8Jesus svaraði: «Eg havi sagt tykkum, at tað eri eg; er tað tá mær, tit leita eftir, so latið hesar fara.» 9Til tess at tað orðið skuldi ganga út, sum hann hevði sagt: «Eg misti ongan av teimum, sum tú hevur givið mær.» 10Símun Pætur, sum hevði svørð, brá tí nú og sló tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi av honum høgra oyrað; men navnið á tænaranum var Malkus. 11Tá segði Jesus við Pætur: «Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær?»
Jesus førdur til Annasar og Kajfasar. Avnoktan Pæturs
12Vaktarmenninir og høvuðsmaðurin og tænararnir hjá Jødunum tóku nú Jesus og bundu hann. 13Og teir førdu hann fyrst til Annasar, tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var høvuðsprestur tað árið. 14Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið. 15Men Símun Pætur fylgdi aftan á Jesus og ein annar lærusveinur. Men tann lærusveinurin var kunnigur við høvuðsprestin, og hann fór saman við Jesusi inn í garðin hjá høvuðsprestinum. 16Men Pætur varð standandi uttanfyri við dyrnar. Tá fór hin lærusveinurin út, sum kunnigur var við høvuðsprestin, og talaði við duraternuna og førdi Pætur inn. 17Duraternan sigur tá við Pætur: «Ert tú ikki eisini ein av lærusveinunum hjá hesum manni?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» 18Men tænararnir og sveinarnir stóðu har uttan um ein kolaeld, sum teir høvdu kynt, tí at kalt var, og vermdu seg. Men eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg. 19Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærusveinar hansara og um læru hansara. 20Jesus svaraði honum: «Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, har sum allir Jødarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað. 21Hví spyrt tú meg? Spyr teir, sum hava hoyrt, hvat eg havi talað til teirra. Sí, teir vita, hvat eg havi sagt.» 22Men í tí hann segði hetta, gav ein av sveinunum, sum hjá stóð, Jesusi høgg á kinn og segði: «Svarar tú soleiðis høvuðsprestinum?» 23Jesus svaraði honum: «Havi eg talað illa, tá prógva, at tað er ilt. Men havi eg talað væl, hví slært tú meg?» 24Annas sendi hann nú bundnan til Kajfasar, høvuðsprestin. 25Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá søgdu teir við hann: «Ert ikki eisini tú ein av lærusveinum hansara?» Hann noktaði og segði: «Ikki eri eg tað.» 26Ein av tænarunum hjá høvuðsprestinum, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði høgt oyrað av, sigur: «Sá eg teg ikki í urtagarðinum saman við honum?» 27Tá noktaði Pætur aftur, og í sama bili gól hanin.
Jesus fyri Pilatusi
28Teir føra nú Jesus frá Kajfasi til landshøvdingaborgina; men tað var tíðliga á morgni. Og sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, til tess at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. 29Pilatus fór tá út til teirra og sigur: «Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?» 30Teir svaraðu og søgdu við hann: «Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá høvdu vit ikki verið komnir til tín við honum.» 31Pilatus segði tá við teir: «Takið tit hann og dømið hann eftir lóg tykkara.» Jødarnir søgdu við hann: «Okkum er ikki loyvt at taka nakran mann av lívi.» 32Tí at Jesu orð skuldu ganga út, sum hann segði, tá ið hann kunngjørdi, hvønn deyða hann skuldi doyggja. 33Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín og segði við hann: «Ert tú kongur Jødanna?» 34Jesus svaraði: «Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um meg?» 35Pilatus svaraði: «Eri eg tá Jødi? Fólk títt og høvuðsprestarnir hava fingið mær teg; hvat hevur tú gjørt?» 36Jesus svaraði: «Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani.» 37Pilatus segði tá við hann: «Men so ert tú kongur kortini?» Jesus svaraði: «So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.» 38Pilatus sigur við hann: «Hvat er sannleiki?» Og tá ið hann hevði sagt hetta, fór hann út aftur til Jødarnar og sigur við teir: «Eg finni onga søk hjá honum. 39Men tað er siður hjá tykkum, at eg sleppi tykkum einum leysum um páskirnar. Vilja tit nú, at eg skal sleppa tykkum kongi Jødanna leysum?» 40Teir rópaðu tá aftur og søgdu: «Nei, ikki honum, men Barabbasi.» Men Barabbas var ránsmaður.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy