YouVersion Logo
Search Icon

Esterarbók 1

1
Áhasverus heldur veitslu
1Á døgum Áhasverusar – tann Áhasverus, sum ríkti yvir eitt hundrað og tjúgu og sjey londum, frá Indiulandi til Blálanda – 2tá ið Áhasverus sat í hásæti sínum í kongsborgini Súsan, 3bar tað á, at hann á triðja ríkisári sínum helt veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; Persiulands jallar, tignarmenn Mediulands og skattlandskongar vóru gestir hansara. 4Sýndi hann har allan eyð og alla dýrd kongsdømis síns og hin geislandi ljóma av tign síni í mangar dagar – hundrað og áttati dagar. 5Tá ið hesir dagar vóru lidnir, gjørdi kongur øllum fólkinum, sum var í borgini Súsan, bæði høgum og lágum, veitslu í sjey dagar í forgarðinum við hallargarð kongs. 6Har var hvítt lín og blátt purpur bundið við festum av fínum líni og reyðum purpuri upp á silvurringar og marmorsúlur; legubeinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvinum, sum var alsett við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori. 7Har vórðu bornir inn drykkir í gullskálum, eingin skálin lík aðrari, og nøgd av kongligum víni, so sum høvdingum høvir. 8Drykkjulagið var fyriskipað á tann hátt, at ikki skuldi verða noytt upp á nakran; tí at kongur hevði boðið hirðmonnunum at lata einhvønn gera, sum honum lysti. 9Samstundis gjørdi Vasjti drotning konunum veitslu í kongshøll Áhasverusar kongs.
Vasjti drotning verður afturrikin
10Men á sjeynda degi, tá ið kongur var væl hýrdur av víni, beyð hann Mehumani, Bizta, Harbóna, Bigta, Abagta, Zetari og Karkasi teimum sjey hirðmonnunum, ið tæntu Áhasverusi kongi, 11at leiða Vasjti drotning inn fyri kong við kongligari krúnu á høvdi, fyri at hann kundi sýna fólkum og herhøvdingum fagurleika hennara, tí at hon var fríð í ásjón. 12Men Vasjti drotning vildi ikki koma eftir kongsins boði, ið hirðmenninir bóru henni. Tá kom øði í kong, og vreiði hans tendraðist. 13Og kongur segði við vísmenninar, ið dugdu á at skyna tíðunum – tí soleiðis vórðu orð kongs løgd fram fyri teir, ið høvdu skil á lóg og rætti, 14og teir, ið stóðu honum næstir vóru Karsjena, Sjetar, Admáta, Tarsjisj, Meres, Marsena, Memukan, sjey høvdingar Persa og Meda, ið sóu andlit kongs og høvdu ovastu sætini í ríkinum –: 15«Hvat eigur eftir lógini at verða gjørt við Vasjti drotning, fyri at hon var ólýðin tí kongsins boði, ið hirðmenninir bóru henni?» 16Tá mælti Memukan í hjástøðu kongs og alra høvdinganna: «Vasjti drotning hevur ikki einans brotið ímóti kongi, men ímóti øllum høvdingum og fólkum í skattlondum Áhasverusar kongs; 17tí at hvussu drotningin hevur borið seg at, tað munnu allar konur fáa at hoyra; tær fara tí at lítilsvirða menn sínar, tá ið tað frættist: Áhasverus kongur beyð at leiða Vasjti drotning fram fyri seg, men hon vildi ikki koma! 18Ja, longu í dag munnu tignarfrúur Persa og Meda, tá ið tær hoyra um atferð drotningarinnar fara at svara á sama hátt høvdingum kongs; og harav fer einans vanvirðing og vreiði at standast. 19Um kongi hóvar, tá lati hann kongligt boð ganga út og verða óbroytiliga ritað í lógbók Persa og Meda, um at Vasjti drotning ongantíð aftur má koma fram fyri Áhasverus kong, og at drotningartign hennara skal verða givin aðrari, sum er betri enn hon! 20Tá ið úrskurður kongs verður kunnur um alt ríkið hans – tí tað er mikið – tá fara allar konur, bæði høgar og lágar, at virða menn sínar.» 21Hesi orð hóvaði bæði kongi og høvdingum hans, og kongur fór eftir ráðum Memukans. 22Brøv vórðu tá send til øll skattlond kongs, í hvørt land eftir skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara, at hvør maður skuldi vera harri í sínum húsi og tala tungumál tjóðar sínar.

Currently Selected:

Esterarbók 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy