YouVersion Logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 3

3
Bræv til kirkjuliðið í Sardes
1«Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Sardes skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum hevur hinar sjey andar Guðs og hinar sjey stjørnurnar: Eg veit um gerningar tínar, at tú eitist at liva, men ert deyður. 2Vakna og styrk alt hitt, sum er við at doyggja; tí at eg havi ikki funnið gerningar tínar fullførdar fyri ásjón Guðs míns. 3Minst tí til, hvussu tú tókst ímót og hoyrdi, og varðveit tað og vend um! Um tú tá ikki vakir, skal eg koma eins og tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvørja stund eg komi á teg. 4Men tú hevur nøkur fá nøvn í Sardes, sum ikki hava dálkað klæði síni, og teir skulu ganga við mær í hvítum klæðum, tí at teir eru tess verdir. 5Tann, sum sigrar, hann skal soleiðis verða ílatin hvít klæði, og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum hansara. 6Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum!
Bræv til kirkjuliðið í Filadelfiu
7Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Filadelfiu skalt tú skriva: Hetta sigur tann heilagi, tann sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, hann sum letur upp, so at eingin letur aftur, og letur aftur, so at eingin letur upp: 8Eg veit um gerningar tínar. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt. 9Sí, eg lati nakrar av samkomuhúsi Sátans koma, sum siga seg sjálvar vera Jødar, og eru tað ikki, men ljúgva; sí, eg skal gera, at teir skulu koma og kasta seg niður fyri føtur tínar og fáa at vita, at eg havi elskað teg. 10Av tí at tú hevur varðveitt orð mítt um tolmóð, skal eg eisini varðveita teg frá freistingarstundini, sum koma skal yvir allan heimin, til at freista teir, sum á jørðini búgva. 11Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! 12Tann, sum sigrar, hann skal eg gera til stólpa í templi Guðs míns, og hann skal aldri meira fara út haðan, og eg skal skriva á hann navn Guðs míns og navn staðar Guðs míns, hins nýggja Jerúsalems, sum kemur oman av himni frá Guði mínum, og navn mítt, hitt nýggja. 13Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum!
Bræv til kirkjuliðið í Laodikeu
14Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Laodikeu skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum er Amen, hitt trúgva og sannorðaða vitnið, upphav Guðs skapnings: 15Eg veit um gerningar tínar, at tú ert hvørki kaldur ella heitur! Gævi, tú vart kaldur ella heitur! 16Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum – 17við tað at tú sigur: «Eg eri ríkur og havi fingið almikið og havi onga neyð» – og tú veitst ikki, at tú ert vesælur og eymur og fátækur og blindur og nakin; 18tí ráði eg tær, at tú keypir av mær gull, brent í eldi, fyri at tú kanst verða ríkur, og hvít klæði, fyri at tú kanst klæða teg við teimum, og skommin av nakni tínum ikki skal verða at síggja, og salvu at smyrja eygu tíni við, fyri at tú kanst síggja. 19Allar teir, sum eg elski, teir revsi eg og agi. Ver tí áhugaður og vend um! 20Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. 21Tann, sum sigrar, hann skal eg lata sita hjá mær í hásæti mínum, líkasum eisini eg havi sigrað og eri setstur hjá faðir mínum í hásæti hansara. 22Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum!»

Currently Selected:

Jóhannesar opinbering 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in