YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Kongabók 1

1
Áhazja og Elia
1Tá ið Ákab var deyður, breyt Móab seg undan Ísrael. 2Tað bar so á, at Áhazja datt út gjøgnum rimagluggan út av loftsali sínum í Sámáriu og meiddi seg. Hann sendi tá ørindrekar og segði við teir: «Farið og leitið ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron, um eg verði frískur aftur av hesi sjúku.» 3Men eingil Harrans segði við Elia Tisjbita: «Statt upp og far ímóti ørindrekum kongs í Sámáriu og sig við teir: Er nú eingin Guð meira til í Ísrael, at tit fara at leita ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron? 4Tí sigur Harrin soleiðis: Úr teirri rekkju, sum tú ert lagstur í, skalt tú ikki koma upp aftur; tí at nú skalt tú doyggja!» Síðan helt Elia leið sína.
5Tá ið ørindrekarnir komu aftur til hansara, spurdi hann teir: «Hví eru tit longu afturkomnir?» 6Teir svaraðu honum: «Maður kom ímóti okkum og segði við okkum: Vendið aftur til kongs, ið sendi tykkum, og sigið við hann: So sigur Harrin: Er nú eingin Guð meira til í Ísrael, at tit fara at leita ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron? Tí skalt tú ikki koma upp aftur úr teirri rekkju, sum tú ert lagstur í; tí at nú skalt tú doyggja!» 7Tá spurdi hann teir: «Hvussu sá maðurin út, ið hitti tykkum og segði hetta við tykkum?» 8Teir svaraðu honum: «Maðurin var í skinnfeldi og var gyrdur við leðurbelti um lendar.» Tá mælti hann: «Tað hevur verið Elia úr Tisjbe.»
9Hann sendi tá eftir honum fimmtihøvdingan við fimmti monnum sínum; og tá ið hann kom niðan til hansara, har ið hann sat dygst uppi á fjallinum, segði hann við hann: «Tú Guðsmaður, kongur býður tær at koma oman!» 10Elia svaraði og mælti við fimmtihøvdingan: «Eri eg Guðsmaður, tá komi eldur av himni og oyði teg og allar fimmti mans tínar!» Fell tá eldur av himni og oyddi hann og allar fimmti mans hansara. 11Aftur sendi hann eftir honum annan fimmtihøvdinga við fimmti monnum sínum; og tá ið hann kom har niðan, segði hann við hann: «Kongur býður tær at koma oman sum skjótast!» 12Men Elia svaraði honum: «Eri eg Guðsmaður, tá komi eldur av himni og oyði teg og fimmti mans tínar!» Fell tá eldur av himni og oyddi hann og allar fimmti mans hansara. 13Tá sendi hann eftir honum triðja fimmtihøvdingan við fimmti monnum sínum; og tá hesin triði fimmtihøvdingin var komin har niðan, fell hann á knæ fyri Elia, bønaði og bað hann og segði: «Tú Guðsmaður, lat lív mítt og lív hesa fimmti tænara tína vera dýrmett í tínum eygum! 14Sí, eldur fell av himni og oyddi hinar báðar fyrru fimmtihøvdingarnar og fimmti menn teirra; men lat nú lív mítt vera dýrmett í tínum eygum!» 15Tá segði eingil Harrans við Elia: «Far oman við honum og ver ikki ræddur fyri honum.» Hann fór tá og fylgdi við honum oman til kongs. 16Og hann segði við hann: «So sigur Harrin: Av tí at tú sendi ørindrekar at leita ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron, eins og eingin Guð hevði verið til í Ísrael at leita ráð við, tessvegna skalt tú ikki koma upp aftur úr teirri rekkju, sum tú ert lagstur í; tí at nú skalt tú doyggja!» 17Og hann doyði samsvarandi tí orði Harrans, ið Elia hevði talað. Og Jóram, bróðir hansara, tók ríkið eftir hann á øðrum ríkisári Jórams Jósafatssonar, kongs í Júda; tí at hann átti ongan son. 18Men tað, ið meira er at siga um Áhazja, og tað, sum hann útinti, er jú ritað í árbókum Ísraels konga.

Currently Selected:

Seinna Kongabók 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy