YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 22

22
Ákab spyr profetarnar til ráðs um herferð til Gileads. Sjónir Mika
1Nú hildu teir seg kvirrar trý ár, og eingin ófriður var millum Áramita og Ísraelita. 2Men í triðja ári fór Jósafat, kongur í Júda, oman til fundar við Ísraels kong. 3Tá mælti Ísraels kongur við menn sínar: «Vita tit ikki, at vit eiga Rámot í Gilead? Og kortini gera vit einki fyri at taka hana aftur frá kongi Áramita!» 4Og hann mælti við Jósafat: «Vilt tú koma við mær í bardaga um Rámot í Gilead?» Jósafat svaraði honum: «Eg eins og tú; mín tjóð eins og tín tjóð; mínir hestar eins og tínir!»
5Og Jósafat mælti aftur við Ísraels kong: «Far fyrst og fá fregn um, hvat ið Harrin sigur!» 6Tá stevndi Ísraels kongur profetunum saman, um fýra hundrað monnum og segði við teir: «Skal eg fara niðan í bardaga móti Rámot í Gilead, ella skal eg ikki fara?» Teir svaraðu honum: «Far, tí at Harrin man geva hana upp í hendur kongs.» 7Men Jósafat mælti: «Er her eingin profetur Harrans, ið vit mega spyrja?» 8Ísraels kongur svaraði: «Enn er ein eftir, ið vit mega lata spyrja Harran, men eg hati hann, av tí at hann ongantíð spáar mær gott, men einans ilt; hann eitur Mika Jimlason.» Men Jósafat mælti: «Soleiðis má kongur ikki tala!» 9Tá rópaði Ísraels kongur hirðmann til sín og beyð honum at fara sum skjótast eftir Mika Jimlasyni.
10Ísraels kongur og Júda kongur, skrýddir kongaklæðum, sessaðust nú hvør í sítt hásæti við borgarliðið í Sámáriu; og allir profetarnir profeteraðu frammi fyri teimum. 11Tá gjørdi Zidkia Kenáanason sær horn av jarni og mælti: «So sigur Harrin: Við hesum skalt tú renna til Áramita, til teir eru týndir!» 12Og allir hinir profetarnir profeteraðu tað sama og søgdu: «Herja tú á Rámot í Gilead; tú verður happadrúgvur, og Harrin man geva hana upp í hendur kongs.» 13Ørindrekin, ið farin var eftir Mika, segði við hann: «Allir profetarnir hava eins og við ein munn boðað kongi frá eydnu; tala nú tú eins og teir og boða honum eydnu.» 14Men Mika svaraði: «So satt sum Harrin livir, vil eg einans mæla tí, sum Harrin til mín talar!» 15Tá ið hann var komin vegin fram, spurdi kongur hann: «Mika, skulum vær fara í bardaga um Rámot í Gilead ella geva upp?» Hann svaraði honum: «Far! Tú verður happadrúgvur, Harrin man geva Rámot upp í hendur kongs!» 16Men kongur svaraði honum: «Hvussu mangar ferðir skal eg lata teg svørja, at tú ikki sigur annað enn sannleikan í navni Harrans?» 17Tá mælti hann: «Eg sá allan Ísrael spjaddan um fjøllini eins og fylgi uttan seyðamann; og Harrin segði: Teir hava ongan harra; fari teir í friði heim aftur hvør til sín sjálvs!» 18Men Ísraels kongur segði við Jósafat: «Tað segði eg tær altíð! Hann spáar mær ongantíð gott, men einans ilt!» 19Tá mælti Mika: «Men hoyrið nú orð Harrans! Eg sá Harran sita í hásæti sínum og allan her himinsins standa honum við høgru og við vinstru lið. 20Og Harrin spurdi: Hvør vil tøla Ákab til tess at fara til Rámot í Gilead og falla har? Ein segði nú hetta, og annar segði hatta. 21Tá steig fram andi, sum gekk fram fyri Harran og mælti: Eg skal tøla hann. Harrin segði tá við hann: Við hvørjum? 22Hann svaraði: Eg skal fara og verða lygiandi í munni alra profeta hans. Tá mælti Harrin: Tú manst verða førur fyri at tøla hann; far og ger tað! 23Sí, soleiðis hevur nú Harrin lagt lygianda í munnin á øllum hesum profetum tínum; av tí at Harrin hevur rátt av at lata ógævu koma oman yvir teg.» 24Tá kom Zidkia Kenáanason og sló Mika á kjálkan og mælti: «Hvønn veg er andi Harrans farin frá mær til tess at tala við teg?» 25Men Mika svaraði: «Tað skalt tú fáa at síggja tann dag, tá ið tú flýggjar úr einum herberginum aftur í annað til tess at krógva teg!» 26Tá mælti Ísraels kongur: «Tak Mika og fá hann upp í hendur á Ámoni borgarstjóra og Jóasj kongssyni 27og sig: So sigur kongur: Rindið henda mannin í myrkustovu og gevið honum lítið og einki at eta og drekka, til eg komi aftur í øllum góðum!» 28Men Mika mælti: «Kemur tú aftur í øllum góðum, tá hevur Harrin ikki talað við mær.» Og hann mælti: «Hoyrið hetta, tjóðir allar!»
Ákab doyr á herferðini
29Síðan fóru teir Ísraels kongur og Jósafat, Júda kongur, niðan til Rámot í Gilead. 30Og Ísraels kongur mælti við Jósafat: «Eg vil nú fara í orrustuna klæddur í dulklæði, men ver tú í tínum egnu klæðum.» Síðan læt Ísraels kongur seg í dulklæði og fór í orrustuna. 31Kongur Ámorita hevði tríati og tveir høvdingar fyri vagnliði sínum; teimum hevði hann givið hetta boð: «Ráðist á ongan, hvørki lágan ella høgan, uttan Ísraels kong eina!» 32Tá ið høvdingarnir fyri vagnliðinum sóu Jósafat, hugsaðu teir: «Hatta man vissuliga vera Ísraels kongur!» og snúðust ímóti honum til tess at ráðast á hann. Men Jósafat skar í róp. 33Og tá ið høvdingarnir fyri vagnliðinum sóu, at tað ikki var Ísraels kongur, snúðust teir frá honum.
34Tá legði maður ørv á strong og skeyt av handahógvi, og ørvin rakti Ísraels kong millum brynjuringanna. Tá mælti hann við vagnstjóra sín: «Vend við og før meg út úr orrustuni, tí at eg eri særdur.» 35Men orrustan harðnaði í hvørjum tann dagin; og kongurin varð standandi í vagni sínum ábeint Ámoritum alt til kvølds, tó at blóðið úr sárinum dreiv niður í vagnin. Men um kvøldið doyði hann. 36Tá ið sól gekk til viða, fór hetta róp um allan herin: «Fari hvør maður heim aftur í sína borg og sítt land, 37tí at kongur er deyður!» Tá snúðust teir aftur til Sámáriu og jarðaðu kong har. 38Men tá ið teir skolaðu vagnin við tjørnina í Sámáriu, komu hundarnir og sleiktu blóð hansara, og kvøldarvívini tvógu sær í tí eftir tí orði, sum Harrin hevði talað.
39Tað, ið meira er at siga um Ákab og alt tað, sum hann gjørdi, um fílabeinshúsið, sum hann reisti, og allar tær borgir, sum hann bygdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. 40Síðan legðist Ákab til hvíldar hjá fedrum sínum, og Áhazja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Jósafat av Júda
41Og Jósafat, sonur Ása, varð kongur yvir Júda í fjórða ríkisári Ákabs kongs í Ísrael. 42Jósafat var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og tjúgu og fimm ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Ázuba Sjilhidóttir. 43Hann steig í fótaspor Ása faðirs síns í øllum lutum, veik ikki frá teimum og gjørdi tað, ið rætt var í eygum Harrans. 44Tó tók hann ikki offurheyggjarnar av; fólkið helt áfram at ofra sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. 45Jósafat bant frið við Ísraels kong.
46Tað, ið meira er at siga um Jósafat, um roysnisverk og herferðir hansara, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. 47Mannskøkjurnar, ið eftir vóru frá døgum Ása faðirs hans, oyddi hann út av landinum. 48Tá var eingin kongur í Edóm. 49Men jallurin hjá Jósafati bygdi eitt Tarsisskip til tess at fara til Ofir eftir gulli; men ferðin varð av ongum, av tí at skipið gekk burtur við Ezjon-Geber. 50Ta ferðina hevði Áhazja, sonur Ákabs, sagt við Jósafat: «Lat mínar menn fara á skipi saman við tínum monnum!» Men tað vildi Jósafat ikki. 51Síðan legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í borg Dávids forfaðirs síns. Og Jóram, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Áhazja av Ísrael
52Áhazja, sonur Ákabs, varð kongur yvir Ísrael í Sámáriu á seytjanda ríkisári Jósafats kongs í Júda; og hann ríkti yvir Ísrael í tvey ár. 53Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor faðirs síns og móður sínar og í fótaspor Jeróboams Nebatssonar, hann, sum elvdi Ísrael til at synda. 54Hann dýrkaði Báal og tilbað hann og eggjaði Harran, Ísraels Guð, til vreiði, beint so sum faðir hansara hevði gjørt.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 22: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy