1
Jósvabók 1:9
BÍBLIA
Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!»
Compare
Explore Jósvabók 1:9
2
Jósvabók 1:8
Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur.
Explore Jósvabók 1:8
3
Jósvabók 1:7
Ver tú bert reystur og hugdjarvur, so at tú gjølla heldur alla lógina, sum Móses, tænari mín, legði fyri teg; vík ikki frá henni hvørki til høgru ella vinstru, til tess at alt má vignast tær væl, sum tú tekur tær fyri.
Explore Jósvabók 1:7
4
Jósvabók 1:5
Eingin skal standast móti tær allar ævidagar tínar; eins og eg var við Mósesi, vil eg vera við tær; eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.
Explore Jósvabók 1:5
5
Jósvabók 1:6
Ver reystur og hugdjarvur; tí at tú skalt skifta hesum fólki í arv tað landið, sum eg svór at geva fedrum teirra.
Explore Jósvabók 1:6
6
Jósvabók 1:3
Hvønn tann stað, sum tit stíga á, skal eg geva tykkum, so sum eg heitti Mósesi.
Explore Jósvabók 1:3
7
Jósvabók 1:2
«Móses, tænari mín, er deyður; búgv teg nú til at fara yvir um Jórdan har, tú og alt hetta fólkið, inn í tað landið, sum eg ætli at geva teimum, Ísraelsmonnum.
Explore Jósvabók 1:2
8
Jósvabók 1:1
Eftir andlát Mósesar, tænara Harrans, mælti Harrin við Jósva Nunsson, tænastumann Mósesar, og segði
Explore Jósvabók 1:1
9
Jósvabók 1:4
Frá oyðimørkini og Libanon alt at Stórá, Eufrat ánni – alt land Hetita – alt at meginhavinum í vestri skal land tykkara røkka.
Explore Jósvabók 1:4
10
Jósvabók 1:18
Hvør tann, ið er tær ólýðin og ikki vil lurta eftir boðum tínum, ið tú leggur fyri okkum, hann skal láta lív; ver tú bert reystur og hugdjarvur!»
Explore Jósvabók 1:18
11
Jósvabók 1:11
«Farið um allar herbúðir og biðið fólkið hava sær ferðavistir til reiðar, tí at um tríggjar dagar skulu teir fara har yvir um Jórdan til tess at ognast tað landið, sum Harrin, Guð teirra, ætlar at geva teimum til ognar.»
Explore Jósvabók 1:11
YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy
Home
Bible
Plans
Videos